Skip to main content

Karmar og innihald

Hetta fyrst...(Mynd: Birgir Kruse)

Dagurin byrjar sum vant við morgunmati, bretskum morgunmati. So eru dagsins fyrilestrar á Bett Show í Olympia. Fyrstur er bretski Carl Ward, skúlastjóri, sum júst hevur verið í Las Vegas á stevnu við tøkniligum undirvísingaramboðum. Hann er ikki lendur enn. Kveiktur, greiðir hann frá um tøkni, og krevur ikki bara 3D, men 5D, og so sjónligt innihald, virkni og áræði frá lærarans síðu. Hann krevur sjónliga undirvísing, og vísir millum annað til ástøði hjá John Hattie.

Carl Ward greiðir frá um tøkni og undirvísing (Mynd: Birgir Kruse)

Carl Ward leggur dent á hina rundu skúlastovuna, har lærarin skal hava sama status sum næmingarnir. Fleiri teknistovur sýna fram møblar til skúlabrúks eftir hesum leisti.

Rundar flokstovur i bjørtum litum (Mynd: Birgir Kruse)

Marianne Kron, skúlastjóri í Randersgade skole á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, greiddi i fyrilestri frá um samstarv við Microsoft, kallað The Digital Pencil Case. Samstarvið, sum snýr seg um tøkni upp til 9. flokk, fær uttan bindingar hálva millón frá fyritøkuni, trý ár á rað.

Marianne Kron er skúlastjóri í Randersgade skole (Mynd: Birgir Kruse) 

3D er stóra dillan, ikki bara í biografum, men eisini á Bett Show í London. Hetta er tískil ikki ein mynd úr The Big Lebowski, men ein mynd av Gunduri, Róa og Regini, sum við brillum royna 3D tøki á básinum hjá JVC.

Gundur, Rói og Regin royna 3D (Mynd: Birgir Kruse)

Beamz er eitt nýtt Gizmo ljóðføri, har til ber at spæla streingjaleysan luftgittar, tað vil siga at leggja hendurnar í eitt strálufelt og bara spæla sum ein dirigentur. Ljóðið er fantastiskt.

Hann spælir uppá beamz (Mynd: Birgir Kruse)

Norska fyritøkan Creaza selur útgerð, sum fæst við at blanda videoupptøkur. Umframt tøknina sjálva, fylgja nógvar sjáldsamar upptøkur við í keypinum. Navnið er eitt bland millum crazy og kreativt, sigur stjórin Arild Storm.


Arild Storm vísir fram, hvat norska skipanin Creaza dugir. (mynd: Birgir Kruse)

Samvirku talvurnar eru evnið millum flestu fólk á Bett Show í London í ár. Her royna Rói og Gundur at skriva á stóru talvuna, báðir í senn. Tað ber eisini til. Sum var tað hvítt krit á svarta talvu.

Gundur og Rói skriva á talvuna (Mynd: Birgir Kruse)

GIS skipanin er kend millum landmátarar í Føroyum, eins og í útlondum. Her hevur Rói avmyndað Birgir við básin hjá GIS. Og mín sann um ikki Føroyar síggjast í ókeypis og almenna forritinum.


Birgir á básinum hjá GIS, har Føroyar eisini síggjast (Myndir: Rói Joensen og Birgir Kruse)

Bett Show, sum hevur verið til síðani 1985, rúmar eisini fremmandum mentanum. Her er ein arabisk kaffikanna, við dadlum, sett á borðið, framman fyri eini arabiskar samvirknari talvu, sum er hvítt pappír á hvíta vegginum.


Kaffikanna og kaffiskeinkjari á básinum hjá Ketab Ejaba (Myndir: Birgir Kruse)

So er nátturðatíð og vit fara inn í býin. Har finnur Rói millum annað eina sjálvævisøguliga bók um Kenny Dalglish, sum nú er komin aftur til Liverpool at venja. Hóast einki úrslit, er Rói millum mest trúfastu Liverpool-fjepparar.

Rói hevur funnið eina bók um Kenny Dalglish í HMV á Oxford Street (Mynd: Birgir Kruse)

Eftir loknan arbeiðsdag eru stundir til eitt sindur av sight seeing. Við bussi koyra vit oman móti Thames ánni, har vit síggja London Eye, sum stendur stilt og verður umvælt hesa ársins tíð, Big Ben og minnismerkið um teir falnu undir Churchill'sa hond, meðan annar verðaldarbardagi leikaði á.



London Eye stendur stilt í januar; Big Ben í skýmingini og partur av minnismerki Churchill's frá øðrum verðaldarbardaga (Myndir: Birgir Kruse)