Skip to main content

Stasismettarin og Søgan hjá hinum

- Er ein nýggjur partur av 'Das Leben der Anderen' í gerð í Nólsoy? (Mynd: Birgir Kruse)

Í kvøld sá eg aftur filmin um Lívið hjá hinum Das Leben der Anderen (Florian Henckel von Donnersmarck, Týskland 2006). Virðislønta týska filmsperlan varð sýnd í DR2 í kvøld og var eins hugtakandi og fyrstu ferð eg sá filmin, sum eg keypti á dvd í Miklagarði, meðan hann enn var spildurnýggjur. Soleiðis flytast føroysk Filmsmekka úr biohallum í handilsskálar.

Eftir skakandi Stasisýningina lesi eg í kvøld ein heimliga hemmiligan stubba úr Nólsoy á Vágaportalinum. Her sigur ein Stasismettari frá eini hending í bygdini, har lokala loyniløgreglan, tað er veldið hjá Jógvani Thomsen, einaferð hevur verið og bandað eina samrøðu á privatum matrikkuli.

Eg helt meg hava durvað eina løtu og enn vera í týska Stasifilminum, sum lýsti grannar, ið lurtaðu, hvør eftir øðrum, og smettaðu fyri yvirvøldini, ið lønti teim aftur við sigarum og summarhúsum, meðan neyðardýrini vórðu send í arbeiðslegu.

Eg kann ikki hugsa mær at hetta endurspeglar ein veruleika og at nakar persónur við bondum til Nólsoyar er so óður við Jógvan Thomsen, sum henda søga bendir á. Tað munnu vera tey í Nóllywood, ið gera ein framhaldspart av Das Leben der Anderen, Lívið hjá hinum. Eg nokti at trúgva at veruleikin kann yvirhála fiksjónina so nógv. Tað ber snøgt sagt ikki til. Og slettis ikki her heima hjá okkum.