8.4.11

Caravaggio í Miðlon


So eru atgongumerkini til CARAVAGGIO klár at heinta í Steinprenti á Skálatrøð. Trýogfjøruti sessir eru í intimbiografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon, har filmurin verður vístur limum í Steinbrá. Fríða Matras Brekku gjørdi atgongumerkini, sum eru prentaði á fráklipp hjá Anne-Birthe Hove úr Grønlandi. Vit røkka víða. Úr Grønlandi til Havnar og Italia við Derek Jarman sum filmiskum ferðaleiðara.


Hósdagin 28. apríl 2011 kl 17:00 verður filmurin CARAVAGGIO sýndur í biohøllini hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Hetta er listafólkafilmur, sum Derek Jarman (1942-94) gjørdi í 1986 og hann varir hálvan annan tíma. Limir í Steinbrá fáa ókeypis atgongumerki í Steinprenti á Skálatrøð. 


Hetta er Derek Jarman (1942-1994). Helst er tað fyrsta ferðin at ein av hansara filmum verður sýndur í Føroyum. Væl møtt tit hepnu trýogfjøruti!