11.5.11

Norðurlendsk bond



Finska Johanna Roto vitjaði í dag Nám at hoyra um nýggja føroyska atlasið. Fyri ellivu árum síðani var Johanna Nordjobbari á flakavirkinum á Kósini í Klaksvík í tveir mánaðir. Í dag er hon geografur hjá Nordregio í Stockholm, har hon starvast sum kortastjóri við ábyrgd fyri GIS og samskipan. Millum annað hevur hon savnað sámisk kort um beiti og kundi á klingandi norskum siga frá at ikki færri enn trý sámisk atlas eru gjørd. Johanna hevur gjørt kort yvir føroyska hvalaveiðu, sum hon sýnir fram á niðaru myndini omanfyri, og demografisk kort yvir búsetingar, kynsbýti og útbúgvingar í NORA-økinum, eisini við Norðpólinum sum miðdepli. Hesi seinnu kort eru brúkt í nýggju OECD frágreiðingini, sum NORA hevur bílagt og givið út. Kortini hjá Nordregio kunnu frítt brúkast í undirvísing. Johanna er í Føroyum í sambandi við eina norðurlendska fakstevnu.