14.5.11

Ruddingardagur



Hallbjørg, er forkvinna í nevndini í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi, sum bjóðar brunch í ljósu felagshølunum í morgum (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag var ruddingardagur í Tórsbyrgi. Frá morgunstundini hevði nývalda nevndin boðið til brunch í nýggju felagshølunum. Hallbjørg Lamhuage, sum er forkvinna, hevði pussað rútarnar í nýggju hurðunum, so alt skein. Hallbjørg, Bogi í Homrum og hini í nevndini, høvdu gjørt eina frálíka máltíð við frískligari summardessert í ljósu hølunum, út móti parkerinsplássinum og grøna økinum aftanfyri. Hølini er blivin so rúmsátt, tí teir báðu gomlu hitaketlarnir eru koyrdir burtur. Í staðin er ein nýggjur settur í rúmið aftanfyri. Soleiðis fer tíðin við øllum, sumt til tað betra. So fóru fólk í allar ættir at rudda.

Jens Petur við trillibør og Høgni aftanfyri (Mynd: Birgir Kruse)

Onkur helt fyri at nú var so lætt at rudda í Tórsbyrgi. Fyrr vóru betongstykki og annað tungt at knossast við. Tyngsta takið í dag var at taka pelarnar og hegnið upp kring gamla høsnagarðin í skráanum oman móti vegnum við Strond, siga Bogi og Einar.




Einar Hansen tekur upp pelar og hegn, nú eingin høsnagarður er longur í Tórsbyrgi og næstniðasta myndin er vorðin søga. Á niðastu myndin sæst seinasti hvíldarstaður hjá hundinum hjá Høgna og teimum í nummar 19. Aftanfyri hómast grundin í nýggja Boðanesheiminum (Myndir: Birgir Kruse)

Í grannalagnum verður bygt nýtt ellisheim, so nú hava vit tvey, Lágargarð og Boðanesheimið. Vorðið sum útlit, tvey ellisheim. Veit ikki, um tað smakkar mær so væl. Kanska betri seinni. Hinvegin hava vit ein sparkivøll ovast í Tórsbyrgi, fyri endanum á Fútalág, væl lagdar gøtur av Tórgarði og frá vegnum úti við Strond, og so nýbygda felagshølið, mitt í býlinginum. Ikki so galið ein leygardag sum henda.