19.5.11

Zacharias Heinesen 75 ár




Til lukku - Zacharias Heinesen tekur ímóti í Steinprenti á 75 ára degnum í dag (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag fyllir Zacharias Heinesen 75 ár. Samstundis letur hann upp framsýning við vatnlitamyndum í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Jan Andersson beyð vælkomin og Inger Smærup Sørensen helt føðingardagsrøðu.

Semja man vera um, at tað er eingin, ið sum Zacharias Heinesen hevur megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli.

Á framsýningini, sum føðingardagsbarnið lat upp í dagi, verða sýnd eitt úrval av vatnlitamyndum, sum Zacharias hevur málað seinastu fimtan árini. Vatnlitamáling hevur hann altíð fingist við til skitsubrúk, men hann er seinnu árini farin at dyrka hesa listagreinina í alsamt størri mun sum eina sjálvstøðuga listagrein, sum hann hevur fingið størstu viðurkenning fyri bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru hansara vatnlitamyndir, ið prýða okkara pengaseðlar og eisini eru hansara vatnlitamyndir umboðaðar í høgt virda pappírslistasavninum hjá Statens Museum for Kunst (Kobberstiksamlingen).

Í sambandi við framsýningina í Steinprenti, sigur Kinna Poulsen, at samanborið við oljumáling eru vatnlitir betri egnaðir til spontanar, lættar og ljósar myndir. “Og eftir myndunum á hesi framsýningini at døma, eru vatnlitir eisini sum skaptir til listarligu ætlanir Zachariasar, tá hann við fáum ella mongum strokum fangar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men so er ikki. Hetta er Zacharias Heinesen, ein ektaður listamaður, ið sýnir fram sínar sevjumiklu, neyvu vatnlitamyndir, sum brima av listarligum yvirskoti."

Framsýningin við vatnlitamyndum hjá Zachariasi Heinesen í Steinprenti er opin til 2.juli.