Skip to main content

Miðlar og fólkaræði


Soleiðis sær News of The World út í dag. Ovast til vinstru verður kunngjørt at seinasta útgáva kemur sunnudagin. Friður verið við skandalupressuni.

Fólkaræði kann ikki virka uttan eina fría pressu. Tað er ein gomul sannkenning, ið tó altíð er til upptøkuroynd og 'får stå til troende', sum norðmenn siga. Alt velst um, hvussu talentirnar verða brúktar í hvørjum einstøkum føri, hvussu miðilin er fyri reint fíggjarliga og hvussu miðilin sær seg sjálvan í samfelagsligu myndini.

Fer miðilin, ið vit vanliga kalla fjórða samfelagsmaktin, at taka yvir allar hinar tríggjar samfelagsmaktirnar, so er miðilin vorðin ein statur í statinum, sum einki annað endamál hevur, enn at gøða seg sjálvan. Endin verður tá sum í filminum hjá Monthy Python The Meaning of Life, har sjálvfeiti maðurin setir seg við borðið og etur seg um rygg til alt sprotnar. Júst tað hendir í hesum døgum við 168 ára gomlu bretsku avísini News of the World. Eigarin, Rupert Murdoch, finnur seg ikki í sjálvtøkuborðinum hjá ótamdu journalistunum og steingir blaðið. Ferdutt.

Helst hevur hann havt góðan spunasmið eisini, tí gamla pappírsavísin hevur einki at siga í hansara fjølmiðlaríki, sum tekur mesta vinningin úr amerikanska filmsídnaðinum og talgildum loftmiðlum. Í somáta er dagsins søga gott dømi um viknandi pappírspressuna, sum hevur ilt við at fóta sær í kappingini við talgildu miðlarnar um somu lýsarar í sama øki.

Plagi at siga, at orð eru einastu amboð hjá journalistum og øðrum prestum. Words are all I Have, sum harmonisku Bee Gees syngja. Og Málið er mítt øki, sum Alexandur Kristiansen einaferð navngav eitt heilt savn av yrkingum. Words, words, words, sum Shakespeare ilskur tekur samanum.

Ikki er alt so vælskrivað í ókeypis miðlunum, tí hvør vil selja síni orð fyri einki? Men er støðan nakað petti frægari í keypsmiðlunum, sum umframt pennin, fara gjøgnum redaksjón, rættlestur, umbróting, prentsmiðju og útbering?

Taka pappírsbløðini ikki annað skinn um bak og leita aftur til gomul hevdvunnin frásøgusnildi, sum eitt nú at duga at skriva, so fara allir papírsmiðlar sama veg sum News of the World. Og tílíkar miðlar fer eingin at sakna.