9.8.11

Selskabet for smukkere Byfornyelse


Ljótasta sjón eg havi sæð í Havn, var ein summardag eg fylti mær bensin á bilin í Gundadali. Tá fult er og pumpan slær frá, hyggi eg upp og síggi bakendan á eini risa betongkonstruktión, sum júst er lend úr ytru rúmdini. Sum eitt klipp úr Independence Day hjá Roland Hammerich.



Nú er nakað fráliðið og ljótasta sjónin er vorðin enn ljótari. Tveir skýskravandi steyrar eru festir á gamla Hoydalsvegin, tí teir skulu lýsa yvir leikandi lendið, sum higartildags hevur ligið í kolaniðu, so sum Fyrsta Mósebók sigur. Myrkur var yvir dalinum, men nú kom ljósið. Og vallarhornini eru fýra, so minst tveir steyrar av sama slagi fara at daga úr Gundadali afturat, innan ljósið aftur kemur á okkara leið.


Skeltini við Gundadalsvegin siga at her er ikki loyvt at parkera. Men loyvt er at skemma býin, so sum útsýnið vísir. Púra óstraffaður at skemma býin.

Fyri eini 30 árum síðani vitjaði danski listamaðurin Mikael Witte her í býnum og elvdi til nýggja fatan av gomlum viðtøkum. Ikki minst áhugaverdur var felagsskapurin Selskabet for smukkere Byfornyelse, sum Witte stovnaði. Haldi, vit hava stóran tørv á eini føroyskari Havnardeild av hesum felagsskapi.

Eg vil hava Witte aftur til Havnar!