Skip to main content

Eitt er kort at lesa


Eitt er kort at lesa, annað bil at føra. GPS'arin, sum er av slagnum Garmin, er eitt ára gamal og skal dagførast. Tað uppdagaðu vit mitt í Houston, har nýggir vegir í hópatali eru gjørdir omaná aðrar vegir, ið eisini eru har. Ikki slepst av nýggju vegunum, ið eru lyftir upp og hava høgan kant á báðum síðum. GPS'arin fatar ikki munin og ikki slepst haðar, GPS'arin í gamla kortinum vil. Langt er til næstu frákoyring og vit koyra eina løtu í ring, meðan kvinnuliga røddin sigur 'Recalculate'. At enda eru vit heima á hotellinum og taka niður eina dagføring av kortini hjá Garmin.