Skip to main content

Føroyskt gestablídni





Sunnudagin bjóðaðu Jóannes Kjølbro og Selma Ranghamar til døgurða í Houston. Tey eru úr Klaksvík og Norðragøtu. Við tveimum børnum búgva tey í einum rúmsháttum húsum við svimjihyli 30 km frá hotellinum hjá okkum. Rúmdarstøðin í Houston er 55 km hinvegin frá hotellinum og Høgni Harryson, sum er av Toftum og eisini var og vitjaði við einum soni, búði 20 km í eina aðra ætt. Tað sigur eitt sindur um vavið á býnum, ið er hin fjórðstørsti, beint í hølunum á Chichago. Selma og Jóannes vístu húsini fram og gjørdu ein framúr døgurða við melón og skinku, grillaðum búffi og bakaðum rómaeplum og ísi og kaffi omaná. So varð trygdarnetið tikið omanav hylinum og børnini svumu og hugnaðu sær alt kvøldið. Stuttligt at hoyra børn spæla á føroyskum í Houston. Jóannes og Høgni eru báðir verkfrøðingar og arbeiða hiðani við altjóða verkætlanum hjá Maersk og Subsea7 í Afrika.