4.9.11

Góðan morgun, Houston, vit hava eina vaflu!



Vaflurnar eru sum kortið yvir Texas. Ein stuttligur gimmick í feitasta amerikanska býi. Siropur og peanut butter tykist renna niðurum í stríðum streymum hjá teim flestu. Okkara partur liggur ikki eftir, hóast eg við Jaimie Oliver í huga royni at halda meg til kaffi, frukt og eitt pylsubreyð, kanska tvey. Nú fara vit at koyra suðureftir móti Houston Space Center, hálvvegis til Galveston. Fyrsta orð av Mánanum var 'Houston'.