Skip to main content

Hoover Dam



Tíðliga í morgun fóru vit úr Tusayan í Grand Canyon og koyrdu um býin Williams og byrgingina Hoover Dam til Las Vegas. Í august 2008 koyrdu vit nakað somu leið og tá var nýggj brúgv, Hoover Dam Bypass, í gerð.



Hetta er longsta concrete arch bridge í Vesturheiminum. Brúgvin var liðug í fjør heyst, so vit vóru spent at síggja og hoyra hvusssu GPS'arin, sum vit keyptu í fjør summar, fóra at vegleiða. Vit gittu rætt. Uttan dagføring var GPS'arin púra vilstur millum hesar tøkniligu varðar, Hoover Dam frá 1935 og risastóru brúnna frá oktober 2010. Kenst gott at sita við rættið, tá tú kanst spleisa tøknina av, vera fyrireikaður og bara vita betur.



Meðan fólk flest í Føroyum ynskja SEV og tøkni hagar piparið grør, so hálovar amerikanarin allari tøkni og øllum framburði. Tað fantastiska við USA er eginleikin at skapa eina felags fatan fyri framburði, sum byggir á eina greiða hetjudyrkan, ikki bara av landsins kosnu, men eisini av verkamanninum og smámanninum, eisini tá hann letur lív í landsins tænastu, tað veri seg við Hoover Dam ella í Vietnam. Hetjur byggja land, og hetjur eru vit øll. Soleiðis er Amerika. Øll lyfta í felag og øll eru hetjur. Grípandi, hóast tað er djúpt naivt og barnsligt. Men soleiðis skapa vit tjóðir, risatjóðir, eisini í oyðimørkini.


Gjøgnum Lake Mead, sum føðir Hoover Dam, gongur markið millum Nevada og Arizona. Staðurin er ein valfartsstaður hjá ferðafólki úr øllum heiminum. Vit eta restirnar av picnic kurvini hjá Terja og koyra víðari til Las Vegas, sum er avleitt virksemi av arbeiðinum í 1930'unum við Hoover Dam. Arbeiðsmenninir vildu hava undirhald og hetta krav frá verkamanninum er støðið undir Las Vegas, býnum, ið Gram Parsons syngur um undir heitinum Sin City. Nú skriva vit okkum inn á 35. hædd í Planet Hollywood á Harmon Street, um hornið har nýbygt undirhald skal rívast niður, tí tað ikki stendur móti jarðskjálvta. Men enn stendur Elvis ovast á mest syndarliga bygninginum í Sin City.