Skip to main content

Land of Many Churches


Tað kenst sum duldur boðskapur, tá tú hyggur eftir myndum, snapshots, tiknar fram við vegnum ein tilvildarligan dag í Houston. Um ein heilan húsavegg, ið er so stórur at har kundu allar Føroyar hildið til, er ein krossur, sum eg ikki varnaðist. Komin longur fram á leið er aftur ein krossur. Hesa ferð leysur av øll duldum boðaskapi. Bara ein krossur, beint við vegin.


Løgið, sum henda einfalda kristna ímynd hevur fastatøkur á fólki við entreprenøranda í USA. Eg meni so við. Tað er ikki sum at siga tað at reisa ein so stóran kross, til okkum vegfarandi at standa undir. Og góði gamli Merle, sum júst hevur havt konsert í Houston, gevur út av nýggjum The Land of Many Churches.