Skip to main content

Marknaður í Santa Fe


Fiesta verður hildin fyrsta vikuskifti eftir Labour Day, amerikanska arbeiðaradagin. Nú skínur sólin, tað er heitari enn í gjár og hesin sunnudagurin er seinasti Fiestadagurin. Vit gingu oman gøtuna við sølubúðum, ið sýndu og seldu alt frá boygdum gaflum til vovin teppi.




Sólrun og Unn royndi hattar, sum ein heitan sólskinsdag eru góðir at hava á høvdinum, er skuggin hin rætti.


Krossar og átrúnaðarlig evni eru serstakliga góð søluvøra, bæði á torginum og inni í teim mongu katólsku kirkjunum og privatu katólsku søvnunum mitt í býnum.




Men onkur hevur eitt innari Beatles-eyga og síggja alt í øðrum ljósi. Teirra millum er Marlys Kunkel. Síðani 1989 hava hon og maðurin Richard gjørt leirlist eftir tónleiki hjá The Beatles, antin eftir einum sangheiti, ella við at brúka orðini. Tey hava gallarí og verkstað í Las Vegas, New Mexico.


Andrea Burris teknar og skrivar bøkur til børn. Her er talan um eina bókstavabók fyri tey, ið elska hund, A Dog Lover’s Alphabet Book. Andrea og systurin hava givið út hópin av litríkum og hugvekjandi barnabókum.


Mariachi tónleikarar gera klárt at spæla við traditionellum ljóðførum og í teim eyðkendu klædnabúnum, meðan ein frá festivalleiðsluni tosar við teir.


Ofta er tað í básum av hesum slag at tú varnast ymist nýtt úr undirgrundini, sum ber brá av graffiti við politiskum undirtónum. Henda t-shirt sigur alt, serliga nine eleven nú øll tosa um semjing og vísa terrorismu frá sær. Men henda ótýdliga t-shirt ber fram ein djúpari sannleika enn nakar vil tosa um. Heilt aftur til Kolumbus. Eisini almenna listasavnið hevur sett saman eina framsýning, sum í eini savnandi roynd bendir orðini um How the West Was Won til nakað annað. Hugvekjandi plakatlist.