8.9.11

Skotin og søgan lá eftir


Vit eru á Dealey Plaza, kallað eftir George Bannerman Dealy (1859-1948), sum var journalistur og almennur persónur á so mangan hátt. Á hesum stað vóru fyrstu húsini í Dallas bygd, so hetta er ein miðdepul og týðandi staður í býarsøguni. Ikki minst eftir 22. november 1963, tá John F. Kennedy, forseti, varð skotin.


- Alt hendi her, sigur Mike, ið bráddliga kom undan einum træi. - Har uppi í ytsta vindeyganum á næstovastu hædd, sigur hann, peikar og greiðir frá, tá hann sum 11 ára gamal sat á bønum meðan alt hendi.



Bráddliga er ein spennandi søga í luftini og breiðir seg út um allan grøna bøin, upp eftir reyðu múrsteinunum, fram eftir svarta asfaltinum og krøkir seg í blómandi trækrúnurnar. Framman undan hava vit verið í forhøllini í almenna savninum, sum við lítlum áhuga vísir fram nakrar myndir, sum øll hava sæð, og ein heimildarfilm, sum øll eisini hava sæð. Og so ber ikki til at taka myndir, hvørki inni ella úti. Í mun til ovurhonds atgongugjaldið var tað mest sum einki vert, halda vit og eru farin av trappuni. Tí er tað í tøkum tíma at hesin at síggja til heimleysi persónur vil siga okkum eina søgu, ið hann kennir, sum var hann sjálvur í henni. Og tá tveir løgreglumenn, ein á súkklu og ein í bili, koma til okkara og vilja brúnasíðir hava at vita, um hesin maður hevur biddað pengar frá okkum, siga vit 'Nei!' So sleppur hann undan at vera lagdur í hondjørn og hann forvissar okkum í, at tað er tey av Sixt Floor, sum hava boðsent løgguni.


Tá kemur enn ein svartur maður undan trøunum á Dealey Plaza, Mike Brownlowe, sum hevur gjørt ein sjónvarpsfilm, Shattered Friday, um hendingina.


Teir vísa á tey bæði byrsuskotini, sum eru merkt við krossum á Elm Street. Samanhildin við myndum frá líkskurði, kann tað ikki bera til, at skotini komu úr vindeyganum á sættu hædd einans. Hitt skotið er komið undan trøðunum, her yviri, sigur hann. - Og so kendust teir allir, Lee Harvey Oswald, Jack Ruby og J.D.Tippet, sigur Mike, sum var amerikanskur hermaður í fjareysturi og í 1971 kom til Noregs, har hann hoyrdi um Føroyar, tí onkrir av hansara vinmonnum í amerikanska herinum fingu í boði at fara til Føroya.


Lív er enn í søguni um Kennedy og tað eru nógv, sum skriva seg inn í hana og um, hvussu morðið var lagt til rættis og útint. Men í hesum føri var tað heimleysi smámaðurin, ið otaði seg inn í søguna hjá øvrigheitini, ið gjørdi okkum allan munin. Tað er tað, amerikanski dreymurin snýr seg um. At lata smámannin vinna á øvrigheitini. Hóast veruleikin helst er ein heilt annar, lótu vit fegin nakrar dollars av hondum, bara fyri søguna skyld.