Skip to main content

Um hornið í Winslow


Lítli býurin Winslow í Arizona bleiv heimskendur, tá Jackson Browne og Glenn Frey skrivaðu ein sang, sum í 1972 bleiv fyrsta singleplátan hjá The Eagles Take it Easy. Eina reglan í sanginum sigur “standing on a corner in Winslow, Arizona."


Her er hornið, teir yrktu um. Tað hevur lokala Hornanevndin í Winslow, the Standin’ on the Corner Park Committee, gjørt av. This is the Corner. Og Hornanevndin hevur við støði í sanginum reist ein minnisvegg og skipar hvørt ár fyri Standin’ on the Corner Festival, sum reyði flatbed Ford lastbilurin lýsir.


Sangurin var hin fremsti á fyrstu LP plátuni hjá The Eagles og hjá yrkjaranum Jackson Browne, For Everyman í 1973. Umframt The Eagles og Jackson Browne, heldur eisini Travis Tritt liv í sanginum um at taka tað róligt á amerikansku asfaltheiðini