Skip to main content

Alt á einum bryggjubakka



Á heygnum Mount Lee (541 m) omanfyri Hollywood stendur eitt av heimsins kendasta skeltum. Ikki tí, hetta eru bara níggju bókstavir, men íborna kraftin er so stór, at ferðafólk fara niðan alla brekkuna at nema við stavirnar ella bara at taka eina mynd, so nær sum slepst. Stavirnir, sum eru 14 metrar høgir, eru frá 1923 og søgdu tá Hollywoodland. Í 1949 varð skeltið stytt og í 1978, tá Hollywood fylti 75 ár, varð skeltið gjørt av nýggjum. Skilligt er at grannalagið í teim krókutu, trongu og brøttu gøtunum, sum eru sannar brandfellur, er í øðini. Vit koyrdu tó so langt niðan sum slapst í bili eftir Tahoe Drive. Útsýnið hinvegin er yvir vatnbyrgingina Lake Hollywood.


Frá Hollywood Hills koyrdu vit til Santa Monica Pier. Á hesi bryggju, sum varð bygd í 1909, endar søguliga farleiðin úr Chicago, Route 66.


Her savnast fólk at hugna sær á sandstrondini og á sjálvum pierinum. Meðan tann í Santa Barbara brann í botn í 1999, er hesin óskalaður og væl hildin. Hann sæst í fleiri filmum og ferðin hjá Forrest Gump man hava enda her, tí skógvarnir standa uttanfyri eina hummaramatstovu á bryggjuni, sum filmsframleiðarin eigur.






Í øllum bryggjuhugnanum ganga tríggir kinesarar og leika í um helviti. Ja, helviti. Við rópara á einum forbronglaðum kinesiskt-enskum trúboðaramáli. Eini maðurin rennir undan sum eitt øtt við traktatum og hin í miðjuni við róparanum stynjar halleluja og doyvir bæði fólk og fæ, meðan hin elsti gongur aftaná við einum skelti.




- Shut up and fish, this is a public Jewish holiday, sigur ein skemtari við papageykum í leygardagssólsetrinum á bryggjuni. Fyri ein dollara kanst tú sleppa at halda fuglunum og verða avmyndaður.



Umframt vanligu dýrini er eisini ein kamelón at halda og kína. Aðra staðni eru tey meira vágin og bera fram slangur at kína og leggja um hálsin. Men ikki her.


Tveir frálíkir sangarar eru á bryggjuni. Ein hvítur í besta Teitur-Paul Simon stíli, Clint LaPointe, og ein svartur longur úti, Terry Prince, sum við kønari hond og hugtakandi rødd ger egnar variatiónir yvir Imagine hjá John Lennon.



Ytst á bryggjuni í Santa Monica standa tey á seiðabergi. Hóast hvørki seiður ella berg eru á hesum leiðum, ber væl til. - Hvítur sjóáburri, white sea bass, er tað, eg royni eftir, sigur hesin og vísir mær agnið og allar tráðurnar.