10.10.11

Drive all night


Tá vit komu til Las Vegas 16. september varð filmurin Drive frumsýndur í biografunum. Ikki bara einum, men 2886 amerikanskum biografum. Og seinni í einum føroyskum, Havnar Bio. Hóast meir enn ein millión amerikanskir biografgangarar nýttu høvið at síggja filmin fyrsta vikuskiftið, høvdu vit annað at gera í Las Vegas. Men vit høvdu lagt til merkis flotta og tølandi brellbitan, trailaran, sum á størstu sjónvarpsrásunum lýsti filmin Drive við Ryan Gosling, omanfyri, í høvuðsleiklutinum.

Heimafturkomin havi eg sæð filmin.

Nú er tað so at Drive er ikki ein hvør sum helst filmur. Hetta er nýggjasti filmur hjá danska Nicolas Winding Refn (f.1970), ið varð kosin besti leikstjóri í Cannes í ár. Men hann hevur eisini harðrendu Pusher filmarnar í viðførinum. Og nýggi filmurin skrivar seg inn í eina røð av filmum um skjóttgangandi bilar á nátt, Gone in 60 Seconds frá 1974, sum Nicolas Cage gjørdi umaftur í 2000, The Fast and the Furious við Vin Diesel í 2001 og sum á sætta sinni fer at koyra á okkara náttarleiðum í 2013. Men hesin filmur, Drive, fer nógv radikalari til verka enn hesir innantómu rasarafilmar, nevndir omanfyri. Drive leitar til hálvthundrað ára gomlu film-noir sjangruna við asfalti og neon á nátt, nemur við Taxi Driver (1976) og leggur seg síðani trygt í hjólfarið hjá Steve McQueen í Bullitt (1968).

Meistarligt, bæði sum pastisja og sum sjálvstøðugur filmur.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at vera biografgangari, skulu allar slúsur latast upp og allir tørvir nøktast, tá bilettin er loyst.

Gamaní, kann áðurnevndi brellbiti tykjast boða frá einum action filmi av skjóta slagnum sum The Fast and The Furious. Men klippirútman í filminum ber boð um eina aðra mentan og eitt annað stev enn í Hollywood. Hóast tikin har, er hetta ein evropeiskur filmur, seigur, myrkur, men eisini blóðdryppandi, sum í grindadrápi í slow motion. Og kanst tú, kæri lesari, hugsa tær eitt stiliserað grindadráp, avgreitt í einum gjøgnumskygdum elevatori, ja so eru vit á visuellari bylgjulongd. Vit nema við fagurfrøði, sum ikki er til amerikanska morgunmatarborðið.

Júst hetta fall eini kvinnu, Sarah Deming, fyri bróstið. Eftir at hava sæð brellbitan, loysti hon bilett og fór í biografin í Michigan at síggja Drive. Men filmurin líktist ikki The Fast and the Furious.

Tí fór hon til sakføraran at melda filmin. Filmsleigufelagið hjá Refn, FilmDistrict, hevur fingið at vita at tey: ‘promoted the film Drive as very similar to the Fast and Furious, or similar, series of movies’. Framhaldandi verður í ákæruritinum sagt at ‘Drive bore very little similarity to a chase, or race action film… having very little driving in the motion picture." Síðani tekur ákæran upp rasismu og staðfestur: "Drive was a motion picture that substantially contained extreme gratuitous defamatory dehumanizing racism directed against members of the Jewish faith, and thereby promoted criminal violence against members of the Jewish faith.’

Hesir eru sterkir streingir at sláa á. Síðani fyrstu Hollywoodfilmar birtu ljós í biografmyrkrinum, hava jødar, no offence, staðið stinnir, tað veri seg sum íleggjarar, framleiðarar, leikstjórar, leikarar og ummælarar. Og jú, onkrir brotsmenn eru jødar í filminum Drive. Hin ringasti, Ron Perlman, er eisini jødi in real life. Men skal tað vera nakað, ið er revsivert í hesum filmi, er tað tónleikurin. Hann er eitt ripp off úr øllum David Lynch filmum, serliga Fire Walk With Me um Lauru Palmer frá Twin Peaks. Tá átti Angelo Badalamenti allan tónleikin. Men í hesum filmi er tað Cliff Martinez, ið eigur meinlíka tónleikin.

Rotten Tomatoes, sum ummælir film eftir einum stiga, har 100 er fullkomið, gevur Drive 93 stig. So kanska er rættarmálið besta lýsingarherðferð í nýggjari filmssøgu. 

Næsti filmur hjá Refn eitir Only God forgives við sama høvuðsleikara, Ryan Gosling, sum kick boksari í Bangkok. Enjoy!