30.10.11

Er framtíðin BAD?

So er løgtingsvalið av og úrslitið greitt. Nakrir formenn eru rímiligvís bjartir og lættir í huga, meðan aðrir sleikja sár og royna sum frægast at burturforklára støðuna, akkurát sum liðskiparin, tá dysturin er taptur: “Bæði dómarin og veðrið var ímóti okkum!”

Matthew Workman úr Oregon fylgdi við alt valkvøldið, og spurdi so hvørt hann ikki skilti mun á Vágum og Vági og hvussu stórir flokkarnir eru og hvussu nógvar atkvøður ein skal hava fyri at sleppa inn. Og henda leygardag seinrapart í Oregon vildi ein lurtari hava at vita, um tað var í niðurgangstíðum at Sambandið er serliga sterkt. Nei, ikki er tað lætt at forklára føroyskt fólkaræði fyri einum amerikanara.

Nú bíða øll eftir hvør samgongan verður og í hvønn mun hon endurspeglar valið. Eitt sannlíkt boð er at føroyska framtíðin verður borgarlig og BAD, so sum Michael Jackson sang um í 1987. Reyða veggjaáskriftin omanfyri er lánt av hansara plátuhúsa.

Men ilt er at gita og spáa, serliga um framtíðina. Og tá hava vit slettis ikki tikið hædd fyri politiskari burðardygd. Tá eg leygardagin gjørdi mína borgarligu plikt og legði samfaldaða seðilin í svarta atkvøðukassan í ítróttarhøllini, segði ansingarmaðurin á Hálsi: “Vit síggjast heilt skjótt aftur!”

- Er framtíðin so BAD?