26.10.11

Grør um gangandi fót


Í Havn grør um gangandi fót, nú valdagurin nærkast. Skeltiskógurin grør sum aldri áður. Tey, sum leggja strategi og seta upp skelti, hyggja fyrst at ferðsluni og síðani í pengapungin. Vegirnir eru meginnervalagið í okkara samfelag. Tað sæst skilliga á politisku talvunum, myndum og dreglunum. Tey verða øll sett fram við høvuðsvegunum. Sum sæst á myndini niðanfyri, hevur Bjørt Samuelsen eisini funnið fram til ein snildan hátt av product placemement, við at gera bjarta navnið til endurskin, eisini í bakrútinum á bilum, sum venda móti vegnum.


Smáu flokkarnir eru ikki so sjónligir fram vegunum. Men uppi við Hoyvíkstjørn er ein stuttlig dupultmynd av Kára á Rógvu og Arnfríð Hentze úr Sjálvstýrisflokkinum. Men hon er lítil, samansetta myndin, ið nemur við tað skemtiliga. Úti á Argjum, hinumegin Sandá, er ein stór og góð mynd av Kára sett á ein húsavegg.



Tjóðveldi boðar í stevnuskránni frá um ferð. Tí er tað upplagt at seta navnið á Bussleiðina, sum alla tíðina koyrir í Havnargøtum og tískil er ein nýggjur og støðugt endurskaptur lýsingarháttur á allari bussrutuni. Eisini framvið gamla kirkjugarði, har eg tók myndina og varnaðist, at nú er øll manningin hjá Javnaðarflokkinum, ikki bara John, sett á kirkjugarðin, sum hómast aftanfyri bussin. Í almenna rúminum skapa uppsettar myndir allastaðni og alla tíðina mótmyndir. Soleiðis er almenna rúmið.


Yvirbjóðar eingin, so verður mín kæri starvsfelagi, Dorit Hansen í Framsókn, seinasta andlit eg síggi innan eg atkvøði leygardagin á Hallarheyggi. Men fyri hvønn fót grør um hangandi skelti. Um so heyggurin hellur ella ei. Tað er so vist og satt. Gott val til tykkum øll, ið blæsa nýtt lív í fólkaræði.