Skip to main content

Gutti 60 ár


Gutti Joensen, sum 4. oktober fylti 60, bjóðaði seinrapartin í dag til brunch úti á Argjum. Hugnaliga løtan var í hølunum hjá verkstaðinum Vón. Her var fult hús. Røður vórðu hildnar og sangir, yrktir til høvið, vórðu sungnir. Umframt familju og starvsfelagar, møttu mest sum allir grannar í Tórsbyrgi, har Gutti býr. Beiggi Gutta helt røðu og vegna Tórsbyrgi helt Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í Eigarafelagnum, eisini røðu. Á niðaru myndini hómast hon í baksýni, meðan Gutti lurtar. Her er føðingardagsrøðan, sum Hallbjørg helt fyri Gutta í dag:

Góði  Gutti!

Eg vil vegna okkum øll í Tórsbyrgi ynskja tær hjartaliga tillukku við 60-ára føðingardegnum. Vit Tórsbúgvar reypa onkuntíð av, at tað er so deiligt í Tórsbyrgi. Vit siga, vit eru ein hugnalig bygd mitt í býnum ella mitt í høvuðsstaðnum.

Eg kom at hugsa um hettar aftur, tá eg umhugsaði, hvat eg skuldi siga um Gutta í dag til føðingardagin. Tí eg haldi, at Gutti er ein býarmynd, ella bygdarmynd, í Tórsbyrgi. Eg havi altíð hugsað tað sera positivt at vera ein býarmynd, men so kom eg til at minnast ymiskar orginalar, sum eisini vóru nevndir býarmynd, tí noyddist eg at hyggja í orðabókina, hvat býarmynd merkir, áðrenn eg kom til at fornerma nakran.

Sambart orðabókina er ein býarmynd:

1) ein sum er partur av býarmyndini
2) ein sum er eyðkendur fyri býin
3) ein sum javnan er at síggja í býnum

Og tað haldi eg hóskar væl til, at eg kann siga, at Gutti er ein býarmynd í Tórsbyrgi.

1) Ein partur av Tórsbyrgi er Gutti heilt vist. Tað fyrigongur seg ikki nógv í Tórsbyrgi, sum Gutti ikki er ein partur av ella í hvussu er veit alt um. Trygvi, sum einaferð fyri langari tíð síðani hevði handil í Eysturbýnum, segði einaferð við meg, tá ið eg spurdi hann, hví hann ikki seldi bløðini í handlinum,. “Tí, tað er ikki neyðugt, góða. Spyr bara meg, hvat tú vilt hava at vita av nýggjheitum. Eg veit alt um, hvat gongur fyri seg í Havnini.” Og tað passaði! Soleiðis er tað eisini so herligt, at eg altíð kann spyrja Gutta um, hvat gongur fyri seg í Tórsbyrgi. Hann hevur altíð fingurin á pulsinum í mun til tað. Eg skal ikki siga, at hann veit alt. Men hann er í øllum førum ein av teimum, sum veit mest.

2) Eyðkendur fyri Tórsbyrgi haldi eg eisini at Gutti er. Fyri tað fyrsta, er Gutti eyðkendur, sum tann, ið slær græsplenurnar í Tórsbyrgi. Stóra takk fyri tað stóra arbeiði, sum tú av tínum eintingum bara sjálvboðin gert til stóra gleða fyri okkum øll, sum javnan ganga túr í Tórsbyrgi. So er tað sjónvarpið og antennan. Er nakað á vási har, so má Gutti upp í leikin. Soleiðis, at vit aftur vælnøgd kunna seta okkum í sofuna, at hyggja í sjónvarpið.

Tórsbyrgið hevur eisini fingið nýggj og stásilig felagshøli. Tað er húsabólkurin í Tórsbyrgi, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði har. Gutti er sjálvandi við í húsabólkinum og hansara partur hevur ikki ligið eftir, í tí stóra arbeiðið, sum tey hava gjørt. Tað er heilt sikkurt, og eisini stóra takk fyri tað.

Gutti er eisini útbúgvin eletrikari. Eisini har er hann altíð klárar at hjálpa, um tað er okkurt við tí eletriska, sum skal gerast ella er í ólagi. Tað eru nokk fá hús í Tórsbyrgi, har Gutti ikki hevur verið inni og hjálpt til við onkrum.

3) Javnan at síggja í býnum í Tórsbyrgi er Gutti eisini. Tá ið hann arbeiðir uttanfyri, tá ið hann stendur á terassuni og fær sær eina sigarett nakrar ferðir um dagin og tá ið hann er túr við hundinum. Gutti og eg hava tað heilt serliga til felags, at okkara fýrbeintu hjartabørn, Floy og Sia, eru sysktin. Tey eru bæði undan tíkini Frísu, sum mín góði vinur Finnur Helmsdal, sáli, átti, so tað gevur okkum eitt serligt tilknýti.

Góðu Gutti og Ester. Takk fyri, at vit øll í Tórsbyrgi vóru boðin við til hetta hábarsliga borðhald, takk fyri tað, tit eru fyri okkum og enn einaferð hjartaliga tillukku við føðingardegnum!