Skip to main content

Hvørvisjónir


Øll elska vit at lata okkum tøla av eini góðari søgu, antin tað er í bussinum, sum við vegvísara sigur How to make it in America, ella í persónligari eygnahædd undir hatti á gøtuni. Í Hollywood er hvørvisjónin ein ítøkiligur vinnuvegur, sum tú sleppur at avmynda fyri tips, ein dollara ella so.




Michael Jackson er mest sjónliga hvørvisjón, bæði á gøtuni og í sjónvarpi, har Jermaine Jackson tosar um hvørvisjónina av bróðurinum, meðan læknin Conrad Murray verjir seg móti ákærum um óviljað manndráp. Tú kanst eisini gera eina langa søgu stutta og keypa tær tín egna Oscar. Men hvørvisjónir kunnu eisini verða eggjandi fyrimyndir, sum Jackie Chan hjá einum smádrongi úr Hong Kong.



Hollywood skeltið sæst úr Kodak biografinum, sum lat upp í 2001 og hevur verið karmur um American Idol kappiningina og Oscarhandanina síðani. Her er alt hvørvisjónir, eisini babylonsku elefantarnir úr langa stummfilminum Intolerance (1916) hjá D.W.Griffith. Elefantarnir, ímyndin av stórlætisørskapi, stóðu á einum vegamóti til 1919 og vórðu so beindir burtur. Tá Kodak biografurin og handilsmiðstøðin lat upp vóru nýggir elefantar gjørdir. Italsku brøðurnir Taviani gjørdu í 1987 film úr søguni, Good Morning, Babylon, har teir lata tveir landsmenn og brøður villa seg inn í upprunaligu upptøkurnar hjá Griffith.


Eftir Hollywood Boulevard gingu vit í tímar móti Korea Town, men viltust og fingu við neyð og deyð ein taxa heimaftur fyri fjøruti dollars. Mitt í koreanska býlinginum, á vegamótinum Wilshire og Normandie, var ein kirkja lýst til sølu. Tað havi eg ikki sæð fyrr. Gud vit, hvat sálmisturin Dávid hevði sagt um hesa hvørvisjón. Men nú for sólin niður yvir svongum og mettum í babylonska staðnum Hollywood.