19.10.11

Kavin kom í morgun





Kavin kom í morgun syngur Martin Joensen. Ein nýggjur mótspælari hjá politisku valevnunum, sum skulu ferðast millum bygda og standa á gøtum og strætum at seta upp valplakatir í almenna rúminum. Myndin er tikin framman fyri terassuni heima í Tórsbyrgi klokkan átta í morgun. Upp í hondina havi eg tikið ein brúnan innkeypsposa frá City Lights Books í San Francisco, har Alan Ginsberg (1926-1997) húseraði og skrivaði Howl, sum hann gav út í 1956 og varð rættarsøktur fyri. Sá filminum Howl í gjárkvøldið og tað var ikki sørt at argumentini hjá føroyskum politikarum eru so meinlik teim retarderaðu amerikansku sjónarmiðum, sum vórðu dømd deyða at vera, tí tey vóru brot á mannarættindi og allan talurætt fyri 55 árum síðani, tá umræður kynsligan samleika og rættin at orða seg frítt sum skald. Gunnar Hoydal hevur umsett Howl, sum er endurgivið í Vencil 2006 undir heitinum Ýl. Langt er síðani beat ættarliðið var frammi. Kanska kunnu vit kveita eitt kvink til vinstru. Har byggja tey ellisheim, beint undir einum øðrum ellisheimi, Lágargarði. Soleiðis goyma vit øll farna tíð. Bara ikki politikarar.