Skip to main content

At prædika fyri kórinum



Eitt fremmant orðafelli, helst amerikanskt, er at prædika fyri kórinum, Preaching to the Choir, at siga nakað sjálvsagt við tey, ein longu er samdur við.

Hóast orðafellið tók seg upp í 1970’unum er hugmyndin nógv eldri. Á netstaðnum The Phrase Finder verður sagt, at bretski heimspekingurin John Stuart Mill (1806-1873) longu í 1867 skrivaði: "Dr. M'Cosh is preaching not only to a person already converted, but to an actual missionary of the same doctrine." (An Examination of Sir W. Hamilton's Philosophy, 1867).

Sami netstaður vísir til høpisleysu vendingina “kicking at an open door”, at sparka einar opnar dyr. Har er einki at sparka.

Bretski høvundurin og granskarin George Edward Bateman Saintsbury (1845-1933) verður eisini endurgivin fyri at hava sagt: "One may be said to be preaching to the converted and kicking at open doors in praising the four great novelists of the eighteenth century." (The Peace of Augustans, 1916).

Valstríð letur ofta, um ikki altíð, upp fyri talusnildi, retorikki, og orðalagi, sum bráddliga stendur í nýggjum ljósi og fer nýggjar vegir á okkara egna máli. Orð, og førleikin at brúka tey, eru einastu amboð hjá valevnum, sum vilja náa ta verðsligu makt, sum ein uppstilling ber í sær. Skal ein gera seg galdandi í politikki, má ein vilja makt og at brúka makt. Ein, ið ikki vil makt, hevur einki at gera í politikki. Og enn minni at bjóða veljaranum. Hjá teim, ið brúka hana, er atkvøðan virðismikil.

Ein sjáldsamur orðadystur var millum Jenis av Rana og Trónd Djurhuus í frálíku sjónvarpssendingini Søgn og mótsøgn tveir dagar fyri valið, hósdagin 27. oktober, 2011. 46 minuttir inni í sendingini, sum sæst á netinum, skifta teir orð um dagsins føroyska samfelag og hvussu vit fáa fólk, eisini skeivar eksistensar, at støðast her.

Jenis hevur ein inngang, har hann greitt prædikar til kórið, við at sipa til tvey fólk, hann kennir, men sum veljarin og áskoðarin ikki veit hvør er. Hann nevnir fólkini við fornavni, Ólavur og Arni, sum báðir “siga nakað sentralt, tað er so gott at koma heimaftur, tí her er nakað, sum ikki kann mátast í peningi.” Tróndur leggur semjusøkjandi fyri við at siga at nú eiga føroyskir politikarar heldur at finna virði, sum teir eru samdir um, heldur enn ósamdir. “Vit eiga at fáa fleiri hendur í arbeiði.”

Men so verður Tróndur, hóast eyðmjúkur og siðiligur, eitt sindur atfinningarsamur, og vil vera við, at samfelagið er ov snævurskygt og konservativt og rúmar ikki skeivum eksistensum, sum er eitt grundarlag undir vakstrarsamfeløgum aðrastaðni í heiminum. “Hvat hugsar tú um?” spyr Jenis og fiskar so snildisliga, at eg komi í tankar um niðurlagið í Ebbe Skammelsøn “Og smiskede så lønligt derved.”

Eftir eitt sindur av innballing, vágar Tróndur at nevna samkynd. “Á, ja” sigur Jenis og hevur við ófatiligari presisión, in a split second timing, syft alt tað illavorna í nýføroyskum virðispolitikki yvir um borðið, í høvdið á Tróndi, sum av reinum hjartað roynir at tala søk teirra kreativu, ja og samkyndu.

"Har ymiskleikin er størstur, har er vøkstur," sigur Tróndur. Hetta er orkan í the Creative Class hjá Richard Florida (f.1957), sum almenningurin einki fortreð hevur av. Tvørturímóti. Virðiliga rørslan LGBT hevur prógvað hetta. Í almenna rúminum er eingin ímóti hesi rørslu og tí, hon stendur fyri.

“Eg haldi okur skulu byggja eitt samfelag fyri teimum, sum BÚGVA her – Tróndur!”, sigur Jenis, sum um hann leggur hondina á herðarnar á skammaða skúladronginum. Eitt maktamboð av teim sjáldsamu, sum bráddliga sæst í retorikkinum hjá Miðflokkinum, bæði í útvarpi, yvirfyri Dagmar Joensen Næs, og í sjónvarpi yvir fyri Tróndi.

“Tað eru tykor sum eru konservativ,” sleppur Jenis at siga við Trónd og manar við einum ótrúligum nettleika fram eina djevulska mynd av einum innara svínhundi, sum ikki er hansara, men allra hina. Tað er henda, tann innara svínhundin, Jenis setir í scenu og talar til.

Nær fer ein, bara ein, journalistur at steðga hesi íbygdu maktprædiku fyri kóri og samkomu? Kórið, tey longu frelstu, eru ein politiskur maktfaktorur, sum vil á ting og til tess ikki himprast at brúka bíbliuna, poesibók hins hægsta, sum taburett.

Nær? Eg spyrji nær fer ein journalistur at lofta, problematisera og greina henda retorikk, sum eg ikki dugi at knýta til náði og kristindóm, í hvussu er ikki eftir Jesu komu í Nýggja testamenti, ella í nýggju paktini, sum teir gomlu søgdu.

Nær?