Skip to main content

Filmar, marsipan og nostalgi



Í norðurtýska býnum Lübeck er norðurlendsk filmstevna í hesum døgum. Stevnan hevur verið hildin í 53 ár og er hin einasta, ið savnar nýggjan norðurlendskan film á einum stað. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur gjørt av at promovera føroyskan stuttfilm og hevur sett fimm føroyskar stuttfilmar á skránna. Teir eru Passasjeren hjá Sakaris Stóra, sum sæst omanfyri og er ummældur her á blogginum, Sigarett hjá Heiðriki av Heygum, Silent Light hjá Antoni Petersen og tveir stuttfilmar hjá Katrini Ottarsdóttir úr røðini Lejlighedsminder. Longu fyrsta dagin er nærum útselt til føroysku sýningina, sum er í høli 6 við 200 sessum í lokala stórbiografinum CineStar Filmpalast.


Býurin Lübeck er lítil og hugnaligur, týðuliga merktur av nostalgi, men eisini kulturradikalismus. Filmstevnan hevur góða lokala undirtøku og týskarar tykjast leggja sær ein part av summarferiuni til júst hesar dagar, 2.-6. november.


Her eru nógvar kaffistovur, ið borðreiða við marsipani. Og hevur ein hug at flyta til hugnaliga hansabýin, so er beint nú tørvur á einum mannligum tænara, sum vil arbeiða við jólamarsipani í húsinum Niederegger, sum á loftinum fortelur alla marsipansøguna í Lübeck og hvussu nógv støð í býnum hava gjørt hetta beiska søtmeti, ið so mongum dáma afturvið kaffi.




Longur niðri í býnum er húsið Buddenbrooks, sum vit kenna frá Thomas Mann (1875-1955) og samnevndu skaldsøguni, ið hann skrivaði 26 ára gamal í 1901. Teir sameindu vóru so verdammt at teir bumbaðu húsini í 1942. Í 1957 vórðu tey endurreist. Framsíðan, fasadan, er tikin av einum barokkhúsum, sum vórðu bygdi í 1758. Um hornið framførir Býarleikhúsið Joseph und seine Brüder eftir skaldsøguni hjá Thomas Mann. Ovast á plaktini stendur: "Eine Stadt sucht ihren Gott." Thomas Mann fór undir stóru skaldsøguna, sum er í fýra pørtum, eftir eina ferð í Palestina í 1925 og skrivaði hana lidna í kaliforniskari útlegd í 1943.



Á torginum Koberg eru Michael og Franzi í holtur við at umvæla gamla hotellið Schwartswaldstuben. Her búði eg saman við øðrum í 1989, tá eg fyrstu ferð var á norðurlendskum filmfestivali. Tá tey lata upp aftur verðu navnið KO 15 eftir Koberg og gøtunummarinum.


Meðan vit tosa um gamla hotellið koyrir ein hestavognur framvið. Ivist, um hann er summarsliga hugnaligur til ferðafólk, ella um hann er deyðsmerktur á ein óhugnaligan hátt, beint komin av jarðarferð.


Í Beckergrube móti hotellinum, vit búgva á, eru smáir handlar, ið selja Märklin modelltok og onnur leiku úr fornum døgum. Og yvirav er ein plátuhandil við góðum gammeldags vinylplátum. Rainer Marenke vísir mær tað mest áhugaverda av týskum tónleiki á plátu, Krafwerk og Neu! Hann sigur eisini at mest eftirspurdu plátur er við týska krautrock bólkinum Can, har japanski sangarin Damo Suzuki, skapti sítt egna mál, tí eingin skilti japanskt og sjálvur skilti hann hvørki týskt ella enskt. Heima eigi eg eina singleplátu við Can frá 1971.



Gangandi oman eftir gøtuni verður tú mintur á týsku søguna, nasismu, kríggj og jødatýning. Hesi trý minnismerki er feld niður í gonguteigin, so smá, at tú neyvan varnast. Klikk á myndina og fá hana størri. Í øllum reinskaða marsipanhugnanum tala merkini teirra egna mál.


Fyri at koma til hotellið úr miðbýnum, skal eg ganga yvir um brúnna, sum er tvørtur um Holstenhavina. Longur burturi er Hansahavnin. Hotellið er á Willy Brandt Allée.