Skip to main content

Áttandi desember


Áttandi desember og enn liggur kavin undir gráum himni. Einki sæst til middagssól, men kanska verða tað eini hvít jól í ár, hvør veit. Í dag byrjaði dagurin við kórsangi í karnappinum hjá Schrøder, tey rópa. Ein gáva á arbeiðsborðinum frá loyniliga jólavininum, sum sæst niðanfyri, síðani ritstjórnan av nýggjum kristnitilfari til fimta flokk og so er køkstørn, fyri seinastu ferð í ár. Og kanska seinasta ferð á hesum staði. Næsta ár flyta vit í Námi niðan á Hoyvíksvegin.



Umframt alt tað vanliga er turrur fiskur, vatnmelón og eplasalat á borðinum, sum hómast omanfyri. Keypt í Miðlon, uttan at freistast at detta inn í Rúsuna. Einasta freisting á hasum leiðum er at innkeypskurvarnar eru so ovurhonds stórar, at eg og øll við mær freistast til at leggja meir enn ætlað í tær. Tað er soleiðis vit skapa meirvirði, sigst.