Skip to main content

Fyrsti desember



So er fyrsti desember og fyrsti kavin er fallin. Snön faller och vi med den, syngur Ulf Lundell Och går en stund på jorden, sum hann lakoniskt leggur afturat í einum øðrum sangi. Millum ælini stendur middagssólin lágt og eina løtu eru bilsporini grafisk list í almenna rúminum. Kavin fellur, sólin lækkar. Eitt snapshot úr skrivstovuglugganum.