Skip to main content

Nýggjársrøða løgmans 2011



Løgmaður helt eina góða nýggjársrøðu, ið fór víða. Til dømis nam hann við skakandi hendingarnar á Utøya, sum sjálvt drotningin ikki nevndi. Eitt-null til Kaj Leo, sum brúkti telepromtara, heldur enn pappír.


Drotningin, sum læs úr pappíri, var ikki væl fyri og læs ofta skeivt. Hetta var ikki hennara besta røða, sjálvt um hon nú hevur hildið fjøruti og Kaj Leo bara fýra.


Umframt sjálvfylgiligheitir, sum at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði, nam løgmaður í nýggjárstaluni við grundleggjandi virði sum talufrælsi og at taka lut í kjakinum. Hetta var klárt besti partur í røðuni. Nakrir setningar vóru sonn gullkorn, sum síggjast niðafyri:


Løgmaður, sum er íðin viðmerkjari á Facebook, segði í hesum parti av røðuni at "Talufrælsi er ein fortreyt fyri einum frælsum samfelag. Vit, ið fólkið hevur valt at stýra, skulu tola atfinningar og mótmæli. Vit skulu tora at hava eitt opið og tíðum hvast orðaskifti. Kjak er ein drívmegi, sum kann flyta eitt samfelag fram á leið. Talufrælsi er ein rættur, men við rættindum fylgir ábyrgd. Orð hava stóra megi, og vit kunnu ikki tváa okkara hendur eftir at hava sent eitt ilt orð í umfar. Øll vit, sum luttaka í almenna kjakinum, hava ábyrgdina av, hvussu vit brúka talufrælsið. Vit velja, um vit brúka almenna rúmið til at háða ella til at verja rættindi hjá teimum, sum ikki sjálvi megna at verða hoyrd. Virðingin, vit vísa øðrum, er kittið, sum fær okkum at kennast sum partur av einum felagsskapi. Tolsemi er grundvøllurin undir okkara samfelag. Fólkaræði, mannarættindi og persónligt frælsi eru ikki ein sjálvfylgja, men dýrgripir, vit skulu hjúkla um. Dýrgripir latnir okkum frá teimum, ið gingu undan. Ein arvur at bera víðari til okkara børn."

Mest fegin var eg um at løgmaður steðgaði tí inflatión, sum seinastu árini er komin í at brúka Gudsavnið upp í saman í orð og talu, bara fyri at tekkjast eini ávísari veljarafjøld, sum hevur eina ótrúliga makt á nógvum pallum. Halgabók er greið á hesum øki. Hon minnir á, at vit skulu ikki misbrúka Gudsnavnið. Umframt kirkjuklokkur nevndi løgmaður bara einaferð Gudsnavnið. Tað var í endanum, so sum siður er. Faldaðu hendurnar vóru eisini ein betri og filmiskt meiri sannførandi útgangur úr løgmansrúminum.