Skip to main content

Tíggjundi desember


Tíggjundi desember og veðrið er av tí fagrasta. Friðsælur kavi og lág sól. Klokkan tíggju fór eg út í tún at taka tíggju myndir. Tað bleiv til tíggju ferðir tíggju, so vakurt var veðrið hesa løtu, innan kaffi og Rót & Rútmu. Eg seti nakarar morgunmyndir úr grannalagnum á bloggin.


Articon byggir Boðanesheimið fyri Tórshavnar kommunu. Fyrsta lonin verður innrætta og alt skal verða liðugt í heyst, sigur Eyðun Persen, verkætlanarleiðari. Tá verður rúm fyri 64 búfólkum. Tvær orsøkir til at kommunan valdi hetta uppskotið vóru arkitekturur og funksjonalitetur. Projektuppskotið er gjørt í samstarvi við Albert Isfeld, Gudmund Hansen og Selmar Nielsen, arkitektar, LBF, Martin E. Leo og SMJ. Bara eitt steinkast, ella kavablak, burturfrá eru altskyns rekreasjónsmøguleikar.


Her er Nólsoyggin og Nólsoyarfjørður beint fyri, og so øll Strondin við Bukkevald, Kampingplássinum og Hvítasandi. Hetta verður útsýnið úr niðara borði á Boðanesheiminum.


Her eru eisini traðir og ídnir traðarmenn, ið geva seyði og gæsum. Við Súpanarvík, niðanfyri trøðna hjá Sjúrði hjá Júst, har Boðanesheimið verður bygt, eygleiðir seyðurin dølskur sjáldsamu sólstrálirnar av heimsins enda.


Longur út er Skjúttaneshella, trøðin hjá Steffanson og teimum, Hvítisandur, niðanfyri tyrlupallin, har fólk í Havn tóku hvítan skelsand, og so Boðanes. Hesar báðar myndir er av trøðni hjá Steffanson og teimum.


Tyrlan kemur og fer og flytir fólk, bæði búfolk og fremmand ferðafólk, til fjarbygdir á útoyggj. Eftir ongari tíð kanst tú flyta teg úr larmandi høvuðsstaðnum til friðsælu bygdina, har alt er sum fyrr og einki sum nú. Ein ferðaseðil, ið neyvan fæst í øðrum londum.


Og so eru stundir at fara inn at bryggja kaffi og lurta eftir Peturi Rouch í Útvarpinum. Klokkan tvey ringir Matthew Workman úr Oregon har klokkan er sjey á morgni. Um Skype vil hann hava eitt útvarpsprát um løgtingsval, kavaódn og morðgátu. Jú, heimsins eygu eru á okkum.