Skip to main content

Tólvti desember


So er jólakalendarin hálvur. Úti er hált sum á kalvabaki. Høvuðsvegirnir eru saltaðir og góðir at koyra á, men ert tú so óheppin at vera til gongu, kanst tú lættliga vera um ein háls. So eg vendi á horninum og fari heim aftur at arbeiða. Dagsins setningur er døgførda Føroyakortið. Í døgurðatímanum fari eg við bilinum at skifta dekk. Tað kostar eina trivaliga upphædd, men eftirsum fótgangarar verða so illa viðfarnir í Havn, má eg set meg í bilin, skal eg koma fram.


Eitt tvey trý, so eru teir hjá First Stop, ella Super Dekk Service, lidnir at skifta gomlu og slitnu dekkini til góð kavadekk, Bridgstone Blizzak WS70. Men fyrst skulu gomlu dekkini beinast burtur á Sandvíkarhjalla.


Oman aftur komin í Havnina við góðum vegsambandi koyri eg ein royndartúr niðan á Oyggjarvegin og avmyndi gráu Havnina. Innan døgurðatímin er av, sæst sólin yvir Kirkjubøreyni. Myndin er tikin úr túninum við Ítróttarhøllina á Hálsi, har tiltiknu ljóssteyrarnir síggjast til høgru. So aftur til arbeiðis.