Skip to main content

Triði desember


Veðrið er ikki yvirtikið mál. Og tey, ið hava fylgt við í útlendskum miðlum, sum siga, hvussu heimliga veðrið fer at vera í dag, munnu undrast, at veðurfrøðingar kunnu vera so ymiskir á máli um sama dag í sama lítla øki. Men fyri middag høvdu allir veðurfrøðingar longu havt rætt. Vejrgudernes tumleplads soleiðis vóru Føroyar marknaðarførdar í útlondum einaferð. Eitt vælvalt herróp. Og tey fara ikki at tróta á Vaglinum.


Har fara flestu fakfeløg at savna fólk undir herrópinum Hertak Vaglið eftir útlendsku fyrimyndini Occupy Wall Street og øll hini torgini, har maktin miðsavnast. Men ilt er í Føroum at siga, hvar maktin miðsavnast, ella hvat føroysk makt er fyri nakað. Eg havi so verið á vali, men eins og øll tey eg kenni, havi eg ikki fingið tað, eg havi valt. Kenni ongan, ið hevur valt teir flokkar, sum nú hava valdið. Tí ætli eg mær oman á Vaglið at hoyra, um nakar neisti yvirhøvur er til í hesum fólki, sum rópar seg føroyingar, men hevur so trupult við at fáa valdið og tá tað er fingið, yvirhøvur at vita hvat tað er og hvar tað býr. Klokkan hálvgum tólv tók eg hesar myndir. Fyrr um morgunin málað sólin við purpurpensili og klokkan tólv køvdi hann av, eisini yvir vakra Ríkissalin hjá Jehova og nýggja Boðanesheimið, sum høvuðsstaðarkommunan hevur bygt, men sum landi ikki fer at lata eitt oyra til. Í dag hava allir veðurfrøðingar rætt og føroyingar hava so nógv sum aldri fyrr at berjast fyri. Gud viti, hvussu tað verður á Vaglinum.