26.1.12

Heimildarfilmar í 50 biografum í Føroyum, Grønlandi og Danmark


TESTAMENTET er fyrsti av seks heimildarfilmum í spælifilmslongd, sum Havnar Bio fer at vísa mikukvøld í ár. Atgongumerkjasølan er byrja til henda fyrsta filmin, sum eins og hinir fimm verður sýndur eina ferð. Søguliga hendingin verður mikukvøldið 1. februar 2012 kl 18:30.

Havnar Bio er ein av 50 biografum í danska ríkinum, ið er við í skránni hjá DOX:BIO, sum byrjaði fyrrárið. Í ár er heitið 6 film i virkelighedens tjeneste. Sum í heilt gomlum døgum fæst eitt prentað programm í Havnar Bio, sum lýsir allar filmarnar, ið hava danskan undirtekst, eisini tá leikstjórin er Werner Herzog.


Fyrimyndir hjá teimum báðum donsku filmskvinnunum, Marlene S. Rasmussen og Josephine Michau, ið reka DOX:BIO, er Biografklub Danmark, Filmporten, DocHouse í London og altjóða filmklubbin Future Shorts.

Endamálið við DOX:BIO er at varpa ljós á heimildarfilm av besta slag, sum skal finna veg innar í biohallirnar og upp á lørifti í 50 avtalaðum biografum í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Hvørt ár verða seks filmar frumsýndir. Sýningarnar eru fyrsta mikudag í hvørjum ólíka mánað. Eingin limaskapur krevst. Hvør sýning er almenn, eins og tá vanligir spælifilmar verða vístir í biografunum hinar dagar í vikuni.

Her er skráin í ár:

Mikudag 1. februar 2012 kl 18:30: TESTAMENTET Hvem skal arve? Et dansk hollywood-drama fra det mørke Jylland, Christian S. Jepsen, Danmark 2011, 84 min.


Mikudag 4. apríl 2012: INTO THE ABYSS - A Tale of Death, a Tale of Life NED I AFGRUNDEN En fortælling om død, en fortælling om liv, Werner Herzog, Týskland og Kanada 2012, 107 min. ensk tala við donskum undirteksti.


Mikudag 6. juni 2012: FREE THE MIND Tilbage til livet med tankens kraft, Phie Ambo, Danmark 2012,90 min, ensk tala við donskum undirteksti.


Mikudag 22. august 2012: LEJ EN FAMILIE A/S. Den usædvanlige historie om Hr. Ryuichi Ichinokawas hemmelige dobbeltliv, Kaspar Astrup Schröder, Danmark 2012, 80 min. japansk tala við donskum undirteksti.


Mikudag 3. oktober 2012: Ársins Filmur, besti heimildarfilmur á filmstevnum í 2011, to be announced.


Mikudag 7. november 2012 FREE MEN Når massemordere laver teater, loyniligar upptøkur, Danmark 2012, 90 min, donsk tala.


Væl møtt!