Skip to main content

Nýggjár í Tórsbyrgi


Gamlaárskvøld savnast íbúgvar og grannar í felagshølunum í Tórsbyrgi, ein tíma fyri midnátt. Jón, sum sæst mitt fyri, stendur fyri bálinum, sum kyndlarnir seinni skulu festa í. Martin hevur lagt Allan og Hanusi lag á, hvussu rættir kyndlar skulu gerast og hvat tilfar skal brúkast.


Øll fáa ein kyndil, sum fest verður í, og so er kyndlagonga úr felagshølunum og runt alt økið í Tórsbyrgi. Fremst fyri sæst Meta og aftanfyri Gutti og Bjarnvarður.


Á opna plássinum, undir vegginum hjá Heðin og Maluni, verður stegað og myndir tiknar. Edvard syngur Boðar tú til allar tjóðir.


Martin kemur úr hjallinum við einum nýggjárssnapsi meðan fólk eru savnaði í túninum.


Við í kyndlagonguni eru eisini Ivan og aðrir nólsoyingar.


Gutti og Bjarnvarður savna fólk undir vegginum innan farið verður um hornið hjá Lystbæk og Sverra, har kyndlarnir skulu kastast á bálið. Gutti hevur samskipað alt arbeiði at gera gomlu hitamiðstøðina til nýtt felagshøli.


 
So fer gongan eftir gøtuni undir Lágargarði og omanfyri Boðanesheimið og kyndlarnir verða kastaðir á bálið meðan tjóðasangurin verður sungin.


Vinmenninir hjá Hanusi savnast við bálið, eins og undanfarin ár. Teir eru Allan, Hergeir, John og Hanus. Vit lata teir standa eina løtu, við og uttan blits.


So slær klokkan midnátt og øll savnast í túninum í felgashølunum at senda rakettir og ynskja hvør øðrum gott nýggjár.


Martin og Edvard eygleiða tað nógva skjútsi sum verður skotið upp í loft, meðan Sigrun bjóðar ein durasnaps í nýggju og ljósu felagshølunum.


Sverri heilsar nýggjasta Tórsbúgvanum, Eyðuni Jacobsen, sum eisini fær nøkur orð um nýggjárshald og hondbólt frá Jón. Men seinasta orðið fær ein álvarsamur løgmaður.