Skip to main content

At fanga myrkrið - gomul hugskot á morgni


So er hon her, nýggja útgávan hjá Leonard Cohen Old Ideas sum download, fløga og 180 gramm LP pláta. Ella allarbest: á Spotify her og nú. Tíggju sangir í going home mood hjá einum 77 ára gomlum manni, sum aldri troyttast, men hvønn morgun er nýggjur. Eisini á hesi tólvtu útgávuni, telja vit ikki konsertupptøkurnar við, átta ár eftir at vit síðst hoyrdu nýtt frá honum. The European blues hevur kanadiumaðurin onkuntíð kallað lágmælta stílin við ljómborði og kvinnukóri. Fyrsti sangur, Going Home, er samrøða úr erva við aldrandi Leonard. Vágið, men væleydnað. Síðani koma sangirnir, sum í heiti lýsa innihaldið: Amen, Darkness, Lullaby og í endanum Different Sides. Øðru megin ósjónligu strikuna, 'the meek and the mild' og hinumegin 'the Word'. Valið er títt, nú tað tendrar ella slóknar hjá Cohen. Hetta er frálíkt.