Skip to main content

Aðalfundur í Listafólkasambandinum


Aðalfundur var í Listafólkasamdinum, LISA, 5. mars. Formaðurin seinastu ellivu árini, Oddfríður Marni Rasmussen, takkaði fyri seg og í nývaldu nevndini sita Ólavur Jakobsen, Guðrið Poulsen og Bárður í Baiansstovu.

Sambært fundarfrásøgnini møttu tey trý valdu og fýra onnur, tilsamans sjey fólk. Av egnum royndum veit eg, at soleiðis er til aðalfundir í høvuðsstaðnum. Lítla undirtøkan í avgerandi støðum, ger tað tungt at halda á í arbeiðinum fyri betri korum hjá teimum, ið fáast við list og á ymsan hátt eru virkin á landsins mongu mentanarligu pallum.

12 ráðharrar í 11 ár

Formaðurin endaði við at siga, at hetta var seinasta formansfrágreiðingin. - Eg taki meg aftur, og ikki ber til at fáa meg talaðan yvir til at sita tvey ár afturat. Ikki í hesi verð. Eg havi sitið í samfull 11 ár í formanssessinum og haldi, at onkur annar nú eigur at koma framat. Í tey 11 árini havi eg fundast við 12 mentamálaráðharrar, og tveir teirra hava enntá sitið valskeiðið út, segði Oddfríður Marni Rasmussen, fráfarandi formaður í LISA.


- Tað manglar ein samanhangandi mentanarpolitikkur í hesum landinum, har tey, sum eru í listaumhvørvinum verða tikin upp á ráð. Politikarar arbeiða ikki fyri listafólkini. Nógv teirra lurta ikki eftir, hvat listafólkini hava at siga. Tó eru undantøk. Tí tað finnast trý sløg av politikarum:

  • Politikarar, ið hava tvey oyru og ein munn – sum lurta dupult so nógv sum teir tosa.
  • Politikarar, ið hava tveir munnar og eitt oyra – sum tosa dupult so nógv sum teir lurta.
  • Og politikarar, ið hvørki lurta ella tosa, har onki rínur við og tað, sum hesir siga, er lítið og onki vert.

LISA skal flyta

Formaðurin legði fram skriv frá Tórshavnar kommunu, har sagt verður at leigumálið hjá felagnum verður sagt upp til 1. januar 2013. - Vit noyðast at finna høli til LISA, segði Oddfríður og greiddi frá at talan hevur verið um at fáa húsini á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin helt til og ein partur av Nám heldur til í dag. - Fyrrverandi landstýrismaðurin, Helena Dam á Neystabø, hevði ætlanir um, at LISA og feløgini undir LISA skuldu hava skrivstovur har soleiðis, at eitt veruligt umhvørvi kundi koma burturúr, men á fundi við núverandi landsstýrismann, Bjørn Kalsø, varð sagt okkum, at onnur eisin vóru um boðið, og at hann mátti fara at hyggja eftir húsunum. Tað ljóðar ikki sum landsstýrismaðurin og Mentamálaráiðið brennir fyri, at LISA skal hava sína skrivstovu har, men vónandi síggja teir, at her er ein møguleiki at fáa eitt blómandi mentanarpolitiskt umhvørvi, segði Oddfríður, sum er útbúgvin rithøvundur á danska Rithøvundaskúlanum og lærari á Føroya Læraraskúla.

Til Frankfurt vit fara

Fyrr varð sungið um at fara til Havnar, men nú er stóra loysunarorðið týski messubýurin Frankfurt. Har er heimsins størsta bókamessa beint eftir at ein av størstu bilamessum er av í oktober á hvørjum ári.


Fyri fyrstu ferð vóru fleiri føroysk bókaforløg við á messuni, tí íslendingar høvdu boðið føroyingum við. - Tá ið vit meta samlað um Frankfurt bókamessuna 2011, so er ymiskt, sum var væl eydnað og ymiskt, sum kundi verið betri skipað. Eitt eru vit øll samd um og tað er, at tað var ein týdningarmikil og røtt avgerð at taka av tilboðnum frá íslendingum og spenna okkum meira út enn áður. Vit eiga avgjørt at halda fram við at luttaka við so stórum bási og eini felags fyriskipan, segði Oddfríður og vísti til nevndarfund í LISA stutt eftir messuna.

- Á fundinum komu vit til ta niðurstøðu, at LISA ikki er rætti stovnurin at samskipa eitt slíkt tiltak. Í LISA eru 11 limafeløg, og tí er ikki gott, at LISA brúkar so nógva orku bara til eitt limafelag. Á eftirmetingarfundi samdust vit seinni um, at ein lítil stýrisbólkur átti at verið skipaður at hava ábyrgd av tiltakinum. Hann kundi verið mannaður við einum umboði frá Námi, einum frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, og einum felags umboði fyri Sprotan, Mentunargrunn Studentafelagsins og Fróðskap. Helst átti eitt umboð at verið fyri Mentamálaráðið eisini. Ein størri sparringsbólkur kundi hitst nakrar ferðir og verið kunnaður leypandi um fyrireikingarnar. Høvuðsniðurstøðan er, at ein samskipari átti at verið settur at taka sær av øllum fyrireikingararbeiðinum til bókamessuna í Frankfurt og kunning um føroyskar bókmentir yvirhøvur. Samskiparin eigur at hava sæti á Bókamiðsøluni, sum er savningarstaðið fyri allar bøkur og harvið bróðurpartin av forløgunum, ið hava sína gerandisgongd í Bókamiðsøluni. Hann eigur at verða fíggjaður úr Mentamálaráðnum, úr Norðurlandahúsinum, úr bókaumhvørvinum og við at søkja privatan stuðul. Arbeiðið skal umfata at útbyggja og reka heimasíðurnar, at gera kunningartilfar um føroyskar bókmentir, gera avtalur við forløg, skaffa vitan um royndirnar og sambondini hjá íslendingum, dønum, norðmonnum o.s.fr., stutt sagt at vera umboðsfólk og praktiski grísur fyri føroyska bókmentaútrás. Vit, sum vóru í Frankfurt, meta, at hetta er eitt sera gott grundarlag at byggja víðari á. Vit eru sannførd um, at hetta er ein íløga, sum fæst fleirfalt aftur bæði í sølu av føroyskum bókmentum og øktum áhuga fyri Føroyum sum heild, ikki minst á ferðavinnuøkinum, segði Oddfríður í fráfaringarrøðuni.


Drívið á, listini at frama

- Eg vóni so inniliga, at eftirmaður mín ikki fellur í fátt av hesum glepsið, men fer í hetta ógvuliga spennandi arbeiðið við fattari bringu og ikki letur seg kúga og tøla av politiskum dugnaloysi, uggaði Oddfríður tey sjey møttu.

- Eg ivist ikki í, at einaferð fara politikarar at síggja, hvussu stóran búskaparligan týdning listin hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Longu nú spáa búskaparfrøðingar í ES, at skapandi listin fer at standa fyri einum 15% av BTÚ. Við hesum fátæku orðum fari eg at takka fyri meg. Nú fari eg at geva mær sjálvum stundir at skriva og gera annað enn at hugsa um og arbeiða við mentanarpolitikki. Eg takki øllum, sum virka í mentanarlívinum í Føroyum fyri eitt gott samstarv. Drívið á listini at frama.