Skip to main content

Bókaútsøla



Var á bókaútsølu í Riti og Ráki í SMS í dag og fekk hendur á fleiri yrkingasøvnum. Trý hjá Poul F. Joensen á forlagnum hjá Einari Joensen: Ramar risti hann rúnirnar (1967, 1988), Lívsins kvæði (1975) og Millum heims og heljar (1985), eina frá Sprotanum: Karsten Hoydal Grógvið og grøtt yrkingar og týðingar (2009), eina frá Mentunargrunni Studentafelagsins: Tróndur Olsen Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð (1992) og eina fakbók frá Fróðskapi: Firouz Gaini Miðlar, mentan og seinmodernitetur (2008). Stuttligt at lesa um seg sjálvan, teljandi rutubilar um Gjónna í Gøtugjógv mitt í 60'unum. Og so sjey donsk yrkingasøvn hjá Søren Ulrik Thomsen fyri 79,95 kr. tilsamans. Hann fer at arbeiða og sýna fram í Steinprenti í heyst saman við grafikaranum Claus Carstensen. Stórhending í ár. Ilskaðist tó so mikið inn á at yrkingasavnið eftir Chr. Matras, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2004, var so ovurhonds dýrt, 350 kr, at eg legði tað aftur. Men nú síggi eg á netinum at Gamli Bókahandil á Vaglinum selir sama savn fyri 150 kr. Visti ikki at kappingin var so góð og sjónlig millum bókahandlarnar. Má fáa savnið til høldar í morgin. Og so fekk eg ikki nýggju 50 ára Amnesty fløguna við Bob Dylan sangum í Expert, Chimes of Freedom, størsta útgáva fyri tíðina og fæst ikki í Havn. Mentanin er farin til sjálvavgreiðsluna heima við teldurnar. Tað er spell, ikki bara í bygdahandlum, sum Granskingardepilin fortaldi um í morgun, men eisini í høvuðsstaðnum. Men tólv yrkingasaøvn og eina fakbók fyri 515,95 krónur, tað var ikki so galið.