31.3.12

Hvat er mentan?


Mentan er eitt undarligt fyribrigdi. Ikki minni undarligt, ja næstan undirhaldandi, er, at øll hava eina meining um mentan og hvat, ið er, ella ikki er, mentan. Og onkuntíð verður mentan brúkt í týdninginum virði og atferð. Havnarmentan, sum eg hoyrdi ein klaksvíking siga, tá hann fór at tosa um jazz í Útvarpinum.Tann bera Havnarmentan og Havnarpressa eisini. Afturímóti kundi eg so siga, at hatta var tann bera húkamentan, tit hava har norðuri. Nei, nú meinar tú búkmentan, sigur hin triði. Helst høvdu allir rætt. Og so ikki um at tala, tá list verður flættað inn mentanina, sum vóru tey javnlík fyribrigdi.

Í galdandi fíggjarlóg sæst orðið mentan 85 ferðir á teim 461 blaðsíðunum. Tað sigur teldan uppá null komma niks. Men kostiligasta boðið uppá, hvat føroysk mentan er, finni eg á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Har er upplýst, at mentan er høsnakjøtssúpan til 4-6 fólk. So er tað sagt.

Og enn er ikki fyrsti apríl.