8.3.12

Maðurin sum málar við ljósi


Innar í háloftað rúm, framvið naknum mannakroppum, stólum, gólvum og kendum andlitum, út í stór landsløg yvir tekjur, gjøgnum sprungur, á himni og í havið. Ljósið er altíð til staðar í málningunum hjá Torbirni Olsen, og spælir alráðandi leiklutin í framsýningini av verkum hjá listamanninum, sum letur upp í Listaglugganum hósdagin 8.mars klokkan 16.


Tað er eins og alt byrjar og endar við ljósi í listini hjá Torbirni Olsen. Ljósið er snúningsdepilin og alt annað er bara til gjøgnum ljósið. Formar verða skaptir av ljósi. Litir verða skaptir av ljósi. Lív skapast av ljósið. Tí ljósið er ikki nakað passivt, sum fellur inn í myndina og spjaðist út yvir myndevnið. Ljósið er aktivt tað byggir upp og brýtur niður, velur til og frá. Skapar, umskapar og broytir.

Torbjørn Olsen fær hervið gjørt nakað so óítøkiligt sum ljós til konkretan, berandi part av myndunum. Ikki sum ein demonstratión av ljósins eginleikum, ella ein lýsing av hvussu ljósið ávirkar okkara umhvørvið. Men meira sum ein miðlan av ljósins óendaligu megi og viðurkenning av, at alt hevur sín uppruna í ljósi og kanska er talan eisini um ein ljósfagnað í myndunum.


Tí Torbjørn Olsen málar ikki bara ljós, hann málar við ljósi. Ljósið er grundleggjandi partur av sjálvum lyndinum í hansara verkum, sum ikki kann skiljast sundur frá nøkrum øðrum í hansara list. Hvørki frá litinum, linjuni og forminum, frá málingini, penslinum og løriftinum ella frá myndevninum, íblástrinum, ondini. Alt er ljós.


Sostatt skiftir ljósið eisini alla tíðina. Eina løtu er ljósið likamliga nærverandi og næstan evnisligt, løtu seinni verður ljósið dematerialiserað og flytir seg burtur í annan heim, sum er uttan fyri okkara vit og skil. Listamaðurin fylgir ljósskiftum og rørslum og gevur eina sterkt sansaða mynd av ljósi við skørpum og bleytum skiftum av diffusum, blaktrandi ljósi, heitum og bleytum ljósi, reflekteraðum ljósi, kámum og sterkum ljósi. Hann gevur heiminum form við ljósi og skapar listina sum ljós. Hann letur okkum uppdaga ljósið av nýggjum.


Við hesum viðmæli eg framsýningina við verkum hjá Torbirni Olsen í Listaglugganum. Eru tveir lutir, okkum tørvar í hesum døgum, so eru tað list og ljós. Her er høvið.

Tekstur: Inger Smærup
Foto: Birgir Kruse