Skip to main content

Skelti í miðbýnum


Miðbýurin í Havn hevur í seinastuni fingið eitt sindur av lívi. Á Skálatrøð hendur ein rúgva, men kring Vaglið og oman eftir Áarvegnum hevur higartil verið steindeytt. Nú hendir eitt sindur. Skal ikki siga at eg eri so ovurhondsfegin um øll skeltini á hesum stutta teini, serlig ikki í Lagahúsunum, har Anfinn heldur á at harta Páll. Tað er líkasum ein harmasøga av teim mest bygdasligu. Í meðan forfellir kanska vakrasta hús í gøtuni. Men uppi á Vaglinum sást í dag hetta skeltið, "Ert tú til green?" Ein tvítuðug spælan við orðum, um ein vil vera umhvørvisvinarligur, ella bara til láturs. Til grin. Hugvekjandi, mitt í býarmyndini. Longur niðri er við somu tøkni, sproytumáling og dekkteyp, sett skelti yvir inngongdina til stásiligu, men hugnaligu matstovuna hjá Áarstovubrøðrunum. Hetta skelti haldi eg vera av allar leið, tí tað andar hvørki av søgu ella handverki. Bara spraymáling, her og nú. Knalla so á veggin. Sampakkar ikki við matskránna hjá Áarstovu, sum eg kenni hana. Og tað er bara fyri tað góða. Men altso ikki skeltið.



Men inni í Etika, fjált undir garðinum hjá Ríkisumboðnum, har eru aðrir stavir at lesa. Hvítt krit á svartari talvu, við eini áskrift, sum eg kenni aftur frá mótmælisgonguni á Vaglinum herfyri: "Helvits fokkin fokk." Haldi meg fyri vist kenna handskriftina hjá forsangaranum í 200 aftur. Havnin sovnar so ikki í bræði og fyrsta dagin eru teir á gøtuni við nýggjari fløgu og einum "fokking dokumentar", fyri at brúka teirra egnu orð. Og tøkk og lov fyri skiftandi rák í miðbýnum í Havn. Her er veruliga rúm fyri øllum.