29.4.12

Plantið eitt træ



Í dag byrjaði Umhvørvisvikan í Havn. Undir heitinum "Kommunan skal skína", er evnið rudding við fleiri tiltøkum, sum umhvørvisveiða, teknikappingin, gongutúrar og grøna konsertin, eins og í 2009, tá Eivør og Orka framførdu á Tjóðpallinum. Hesuferð eru fløgu- og plátuaktuellu 200 við á grønu konsertskránni hjá Tórshavnar kommunu.


Umframt grønu konsertina man mest áhugaverda tiltakið verða „Plantið eitt træ“. Eins og undanfarin ár stóðu fólk á Skálatrøð í timar eftir setanina at fáa ein plantupakka. Fyri Tórsbyrgi samskipaði Jana Mikkelsen allar pakkarnar við trøðum og runnum, sum verða sett á hóskandi støð í okkara býlingi. Á heimasíðuni boðar kommunan frá at tilsamans 3.000 plantupakkar verða latnir Havnarborgarum. Pakkarnir eru settir saman alt eftir hvussu harðførar planturnar eru. Harvið kunnu borgarar velja sær plantur, alt eftir hvussu veðurhart er, har hesar verða settar og á tann hátt fáa sum mest at grógva, sigur kommunan.


Plantupakkarnir eru hesir: Pakki 1) Populus trichocarpa og Olearia moschata x nummularifolia. Pakki 2) Sorbus mougeotti og Hebe cockayniana. Pakki 3) Betula pubescens og Ozothamnus ledifolius. Pakki 4) Hoheria glabrata og Escallonia 'Donard Seedling' og pakki 5) Larix kaempferii og Olearia macrodonta.

Meðan foreldrini fingu plantupakkar á Skálatrøð, spældu børnini við veðrin hjá Rógva undir smiðjuni úti í Grind.


Eins og í 2009, tá Havnin hevði verið fólkavald kommuna í hundrað ár, verður grøn konsert í miðbýnum. Konsertin verður 3. mai kl 19:00-23:00. Borð og benkur verða sett upp á økinum við Býráðsalin, Ráðhúsið og í Tinghúsgarðinum og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, pannukøkur, pylsur og sodavatn. Hesir bólkar framføra á grønu konsertini: Divaz; Ari, Bogi og Barbara; Ragnar; Lady Fire; 200 og Jens Marni.