31.5.13

Tanngarður ella Stórigarður?

Verður hetta Tanngarður og ikki Stórigarður? Fyri akkurát einum árum síðani, 31. mai 2012, skrivaði eg henda blogg um verkætlanina Havnina innan fyri Stóragarð. Eftir sum Tórshavnar býráð í gjárkvøldið hevur samtykt at lýsa til arkitektakapping um deyða og miseydnaða miðbýin, havi eg gjørt av at endurposta ársgamla bloggin. Orsøkin er at einasta ítøkiliga átak, sum Útvarpið í morgun kundi rapportera frá fundinum í gjárkvøldið var, at barnatannrøktin í Havn flytir inn í nýkeyptu hølini í Húsagøtu. Men bøtir tað um miðbýin? Er tað í tráð við lokalar býarætlanir í Havn og floygdar tankar hjá Richard Florida um bý og menning? Í hvussu er, so er alt forarbeiðið longu gjørt og rindað, fyri nett einum ári síðani. Í báðum førum av kvalifiseraðum fólki uttan sjónligar desperatar tankar, ið sum marran ríða Tórshavnar býráð í hesum døgum. Lesið og fái innlit í tankar um ein góðan miðbý, so sum teir brettu seg út í huganum hjá fólki fyri einum ári síðani: 


Síðan eg las um Stóragarð í Hugbirtingum (1981) hjá Peturi Háberg, hevur hann verið hugtakandi, garðurin, sum traðarmenn í Havn lagaðu. Hann stendur enn og sæst úr Válgaravík úti við Strond, framvið SMS, Vesturkirkjuni og oman í Sandágerði. Sum ein kinesiskur múrur, sum høvundurin sigur í trimum greinum, sum upprunaliga stóðu í Dagblaðnum.
















Mikukvøldið var framløga í Norðurlandahúsinum har stigtakarin, Hans Mortensen, stjóri í SMS, legði fram privata arkitektaætlan um ein nýggjan og livandi miðbý undir heitinum Havnin innan fyri Stóragarð.


Saman við arkitektunum Gunnari Hoydal, Ósbjørni Jacobsen og Mettu Skjold legði hann fram eina ætlan eftir trimum nýhugsaðum ásum í Havn, náttúruásini, mentanarásini og vitanarásini. Sum sæst omanfyri fer Náttúruásin av Kongabrúnni, út við Strond og út á Boðanes, mentanarásin fer av Eystaruvág um Vaglið til Sjónleikarhúsið og niðan í Gundadal og vitanarásin fer av Vestaruvág og út til lestrarstøðini í vesturbýnum.


Á hesum leiðum verður steðgað við átta støð, sum arkitektarnir, uttan stórvegis hóvasták, men við menniskjansligum umhugsni, kína fyri, heldur enn at skapa stakkalastás í valári. Støðini, sum eru markað við rundingum omanfyri, eru Vaglið, Vágsbotnur, Áarvegur, Steinatún, Sjónleikarhúsið, Skáltrøð, Eystara Bryggja og Vestara Bryggja. Og niðanfyri fara vit aftur ein túr við myndatólinum, fram við okkara kinesiska múri, sum hann sæst hvønn Guds skapa dag, mitt í Havn.
































Mest sjónliga og hugtakandi ætlanin, sum varð løgd fram, var at lata Havnará upp í brotum við Áarvegin og longur uppi við Sjónleikarhúsið, sum sæst niðanfyri. Tað krevur so at reyða Sjónleikarhúsið aftur fer undir virksemi og ikki stendur tómt, eins og guli Kommunuskúlin. Greitt er, at meðan bygningar verða bygdir í Havn, fylgja innihaldsligu ætlanirnar ikki við. Seinasta er ein giga multihøll til alt og øll og tá saman um kemur, ongan. Tað er tað bera stakkalastás.


Men allar bestur var grundtankin um at taka bilin og ferðsluna burtur sum fremsta og einasta faktor í allari hugsan um rúm í høvuðsstaðnum, og seta menniskjað, borgaran í Havn, í staðin. Menniskjað skal ráða, ikki bilurin. Tað var grundsjónarmiðið. Bergtakandi, sum Hans Mortensen segði tvær ferðir í hugleiðandi byrjanini, sum Kjartan Hansen, sjónleikari, las.


Tað er í tøkum tíma at miðbýurin verður bjargaður. Hann er eins deyður og Handilskjarnin, ið stendur tómur og gálvar og eins misskiltur og Perlan, sum tveir politikarar settu upp í skundi fyri lítlan pening og minni umhugsni mitt í Mentanargøtuni. So meðan politikarar hava givið miðbýnum sjónlig banahøgg, eru privatir borgarar meiri víðsýndir, visionérir, tá tað snýr seg um okkara kæra bý.
















Og tá eg í morgun tók myndina niðanfyri út í Válgaravík, rópti grannin úr næstu húsum, at omman, sum var fødd í 1884, hevði baðibrúgv liggjandi út í hesa víkina um sumrarnar. Hon var ung tá, so tað hevur verið um 1910, segði hann og nevndi at skiftingarrúm vóru eisini oman móti brúnni, sum varð tikin inn um heystið. Fyrsta baðibrúgv í Føroyum. Jú, søgan livir enn millum fólk í Havn. Og ímeðan sutla gæsnar vælforeintar á trøðni niðanfyri vegin úti við Strond. Takk og lov fyri tað. (Skrivað 31. mai 2012)