Skip to main content

Sólarris




Stutt fyri klokkan seks í morgun, altjóða arbeiðaradagin, reis sólin millum Stong og Eystnes og eg blaðaði upp í donsku Arbeiðarasangbókini, sum Arbejdernes Oplysningsforund, AOF, gav út. Útgávan, sum er frá 1987, hevur fingið upprunapermuna frá 1926 aftur.


Í skugganum undir reyðu klemmuni á eysturvendu terrassuni í Tórsbyrgi finni eg týðingina hjá Kristin í Geil, Christian Holm-Isaksen (1877-1935) av Sosialistamarsjinum, Brátt lýsir í eystri, nú dimmið er av, nummar 278 í Songbók Føroya Fólks frá 1983. Danska upprunatekstin eigur Ulrich Peter Overby (1819-1879). Hann yrkti Sosialistamarsjin á nýggjárinum 1871. Á gravsteininum í Assistens kirkjugarðinum í Keypmannahavn, har Overby er grivin, stendur De fattiges digter.

Árni Dahl skrivar soleiðis um Kristin í Geil í Bókmentasøguni:

Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann.

Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialistsongin »Brátt lýsir í eystri«, men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær.

Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin »Ófriðarligar tíðir« (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar-Páls í hesum døgum.

Arbeiðarasangir hava ikki stóra útbreiðslu í føroyskum skaldskapi. Í nýggjari tíð er tað bara í einstøkum yrkingum hjá Jóanesi Nielsen, Alexanduri Kristiansen og á plátuni Vælferðarvísur (1979) hjá kára p, at vit lesa tekstir og hoyra sangir, sum bera brá av arbeiðararørslu. Men í barnsligu sangunum hjá Hans Andriasi Djurhuus (1883-1951) finna vit ein samhuga við arbeiðararørsluni, sum er gróðursettur djúpt í barnsliga lyndinum. Til dømis í poetiska sanginum um pápan, sum strevar og stríðir og er úti hvønn ein dag, nummar 335 í gomlu útgávuni av Songbók Føroya Fólks. Meðan kaffið kókar og sólin rísur er hetta mín arbeiðarasangur. Í hvussu er meðan eg hyggi at brosandi læraranum Hans Andriasi, sum við Merkinum og ovfarakátum børnum í hølunum kemur oman eftir Konradsbrekku, núverandi Grím Kambansgøtu, og oman í Bøgøtu, omanfyri smiðjuna í Lítluvík, á ólavsøku 1931. Góðan arbeiðaradag, lærarar og næmingar.