Skip to main content

At lata tað gamla møta tí nýggja


Fjórða hvørt ár, annan týsdag í november, er kommunuval. Hóast hundraðogfjúrtan dagar eru til valið, hava vit í eins nógvar dagar, kanska fleir, verið mint á henda ósvitaliga veruleika. Býráðslimir hava gingið kykir at lata upp og halda røður, eitt nú yvir ómálaðum brettum við áarósan eitt steinkast hiðani úr nýggja Áartúni, heima í Havn. Á Røðubrettum var onkur skjótur at nevna staðin, eins skjótt og Flatskattabrúgvin fekk sítt sjálvsagda navn úti undir Bakka hinumegin Reynið.

Í dag var hátíðarhald á grundini, har Áarstova stóð, frammanfyri núverandi og samnevndu matstovuni, sum er í Vertshúsinum, eisini kallað Hotel Djurhuus, ið hevur inngongd í Sandskoti. Í vár varð eitt nýsproytað skelti sett á henda veggin og 6. mars skrivaði eg soleiðis um skelti yvirhøvur í miðbýnum: "Longur niðri er við somu tøkni, sproytumáling og dekkteyp, sett skelti yvir inngongdina til stásiligu, men hugnaligu matstovuna hjá Áarstovubrøðrunum. Hetta skelti haldi eg vera av allar leið, tí tað andar hvørki av søgu ella handverki. Bara spraymáling, her og nú. Knalla so á veggin. Sampakkar ikki við matskránna hjá Áarstovu, sum eg kenni hana. Og tað er bara fyri tað góða. Men altso ikki skeltið."

Nýsproytaða skeltið er tikið niður og eitt meiri upprunaligt úr jarni er sett í staðin. Veit ikki fyri vist, men tað sær upprunaligt út og tykist hava eitt natúrligari pláss yvir inngongdini, enn hitt fyrra. Um ikki annað, so sæst aldur og ellidámur, patina, á núverandi skelti, ið andar virðing heldur enn líkasælu, sum hitt fyrra gjørdi.

Áartún er navnið á nýggja staðnum heima í Havn. Tað hevur gøtunavnanevndin góðkent. Økið er beint har sum Áarstova stóð, og grundin, sum nú er tún, er markað við reyðum. Gott og virðiligt av kommununi. Minnist ein óðan mann, sum í 2009 ákærdi Tórshavnar kommuni fyri at góðkenna søgufalsan, tá Áarstova læt upp í næstu húsum. Áarstova er jú burtur, var rætta uppáhaldið.

Altíð virkni og smílandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, bjóðaði vælkomin og stýrdi saman við mentamáladeildini hesi sólríku løtuni við hepnari hond mitt í Havn

Beinta Háberg avdúkaði lítlu standmyndina, sum er úr bronsu. Poul Michelsen var millum tey møttu og segði mær, at Janus Kamban gjørdi uppskotið í gipsi fyrst í áttatiárunum. Ætlanin var at gera stóra standmynd, men familjan mótmælti og uppskotið bleiv verandi í gipsi og lítla vavinum. Tað var selt úr deyðsbúgvinum eftir Janus Kamban og hevur staðið á høvuðsskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu og inni í nýggju matstovuni Áarstovu. Myndaevnið eru teir báðir Áarstovubrøðurnir, Hans Andrias og Janus Djurhuus. Táverandi borgarstjórin segði, at eftirsum hetta uppskotið aldri bleiv til standmynd í fullari stødd, so førdi støðan til einsamallu standmyndina av Hans Andriasi Djurhuus millum Sjónleikarhúsið og Hans Andriasarhús. Ein av mest óhepnu standmyndum í øllum landinum, haldi eg.




Arkitekturin Eyðun Eliasen hevur staðið fyri skapinum á nýggja Áartúni. Í túnatosi heima í Havn, segði hann, at uppgávan var at lata tað gamla og kenda møta tí nýggja og ókenda, og at rørslan eisini kann fatast hinvegin, frá tí nýggja til tað gamla, uttan at gera seg inn á ferðslulógir og byggisamtyktir. Tilfarið er steinur og bronsa, sum ímynda tað gamla og so glas, ið ímyndar tað nýggja og gevur eitt gjøgnumskygni, sum ein portalur, inneftir og úteftir, steðgandi og tó opin.



























Og so ber til at seta seg á steinarnar. Tað vóru øll tey møttu børnini vitni um. Við nevanum fullum av smágróti og springandi hundum í bandi, lurtaðu tey hugtikin eftir Jensinu Olsen og Herlufi Lutzen, sum framførdu Kongaríkið í Bábylon.


Og mest myndandi hundaeigari í býnum, Jógvan á Dul, bar hin lítla undir arminum, sum var tað ein mateskja. Illa hevði borið til at borið ein rottweiler gjøgnum fólkamongdina í Áartúni á henda hátt.

Eftir hátíðarløtuna bjóðaði matstovan Áarstova ræst kjøt við eplamorli og grønmeti. Vælsmakkandi dessertin omaná hesa frágera løtu, heima í Havn, var angin av nýbræddari tjøru úr Nýggjustovu hjá Eiriki í Gongini. Nú manglar bara Dandastova, har tað fyrr stoð Gongin á vegginum. Nú er fyrsti stavurin tikin burtur og eftir stendur ‘ongin’. Orðakring eru tey í Havn.