Skip to main content

Rót Tripp



Mest lisni føroyski rithøvundi í skúlunum er Marjun Syderbø Kjelnæs. Í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu leggur hon fríggjakvøldið kl 21:00 fram yrkingasavnið Rót Tripp.

Forlagið Sprotin boðar frá, at tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip, 'sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.'

Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001). Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett til føroysklærugreinina úr savninum hjá Námi hetta skúlaárið, sum nú er farið.

Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað. Seinni lesur Marjun sjálv úr nýggja savninum, og vit fáa okkum eitt glas av víni afturvið, siga fyrireikararnir.

Høgni Heinesen tók myndina av Marjuni á bókapermuni.