Skip to main content

Fagurfrøði ein sunnudag



Meðan útvarpsmaðurin kønkar seg gjøgnum niðurskrivaða tekstin, fylli eg bensin á bilin við Ringvegin í Havn. Hyggi yvir á blásvarta veggin, har eitt av Føroya vakrastu búmerkjum stendur: Svimjihøllin í Gundadali og svimjarin, ið grevur seg gjøgnum alduna. Hann er bara ein krúlla, svimjarin á aldukambinum, og skeiklast strikan eitt lítið vet, so er tað ikki longur ein svimjari, men heldur nøsin á Williami Heinesen, ella í ringasta føri Óla Andnegl. Men tað er bert ein hóttafalshugsan, sum er púra ógrundað. Hetta er ein greiður, framtøkin svimjari, ið sigur tað, sum sigasta skal, meðan tangin fyllist. Tí hetta er Svimjihøllin. Búmerkið varð gjørt til eina kapping í 1987 og hevur hingið til denna dag og vónandi nógv ár afturat. Ole Wich stóð fyri avrikinum. Frammfyri síggjast hendurnar á kavandi svimjigentuni hjá Hans Paula Olsen. Eitt meistarligt búmerki, tað á vegginum, sum tolir nógvan grafiskan larm, frá ljósmastrum, skýlum, Eik og Trygging.

Bygdaliga fagurfrøðin í Sundalagnum er meiri ivasom, enn hin urbana í Havn. Eftir Betongelementvirkið, konteynarar, bilverksmiðju og bilvrak, er nýggjur vegur gjørdur oman til sjóvarmálan, millum Norðskála og Svínár. Sertsakliga ljótur vegur, sum í vakra umhvørvinum førir oman til enn ljótari innstalasjón, sum tykist vera av urbanum slag, hóast eingin býr her um leiðir. Ein improvisera smátta, enn ein uppskræddur konteynari, pallar at ganga á, tvey torn at skjóta úr og trý net, sum kanska skulu fanga eitthvørt missil ella kanska drunnhvíta á nátt, hvør veit, hvat hendir á bygd. Men eitt veit eg. Hetta er ikki pent. Eins ljótt og tað grefliga sár, sum sæst í lendinum norðanfyri Haldórsvík og ikki minst risastóra alibrúkið, sum er drigið upp á turt sum ein flogvøllur til vatnflogfør á søguliga staðnum Gjánoyri hinumegin. 


Norðanfyri Svínáir, sunnanfyri Kross, er sýnið litfagrari. Í summarmjørkanum liggur ein alibátur og damlar, fagur sum ein legobrikkur, yvir av Langasandi.


Komin til Eiðis, sum fleiri ferðir er kosin vakrasta bygd, bjóðar ein skurvutur parabolur vælkomin uppi á Grind. Halló tú, sum havnarmaðurin segði. Tað var ikki gamalt. Og niðan gjøgnum allan bøin hevur onkur stikað av við hvítum, heilt niðan í klettin. Tað var heldur ikki gamalt. Og mín sann um ikki allur Hólmin er grivin upp og drenaður, tí har skal vera fótbóltsvøllur. Nú má eg steðga eina løtu og kikka eftir ondini, tí hetta er ov mikið av øvutari sunnudagsfagurfrøði uppá eingang. Men hvat, nú er bygdin savnað um fótbólt, barnagarð, eldrabýli - ja, og kirkjugarð. Alt á einum stað. Tað er kanska eitt slag av býarplani, sum gevur meining. Men eg minnist frá fyrr, tá SEV tók Vatnið, tá skuldu útilagnir Eiðismenn ikki ditta sær at siga nakað. So eg tegi. Helst er hetta ein góð tilgongd, sum bara er nýggj fyri mínum eygum.


Tá er trygt at koma oman á Møl, koyra eftir Umvarpinum, yvir á plenuna og ganga eystur undir Krúp. Hetta er útsýnið sum Niels Kruse hevur málað í 1920'unum og Ásmundur Poulsen hevur avmyndað við strandaðum russara í 1950'unum og sum flestu, ið hava gingið á kvøldskúla ella frítíðararbeiði hava  teknað og málað. Undir Húskallateigum, har Malarslættin er, oman móti Vátanesi, er grasið sligið og hoyggið koyrt í turkiløgini. Tá eg í 1973 keypti eitt Mamiya Sekor myndatól, brúkti eg somu fyltu turkiløg sum støði at meta litirnar hjá Kodak og Agfa. Kodak vann við ektaðum liti, meða hoyliturin niðri á Møl, sambært Agfa í 70'unum, var meir at kalla tubbak, reydligt, Virginia tubbakk, skorið og klárt at stappa í pípuna. Soleiðis er so mangt, sum var fyrr, men ikki er meir.

Enn eru stórir rekar at finna. Onkur brúkar teir, tí træið luktar nýskorðið og skilligt er at onkur gongur oman her at saga brettir av trivaliga bulinum, sum kanska hevur rikið heilt úr Sibir og nomið við mangan tanga á vegnum til Eiðis.


Niðri á Vatni gjørdu vit flakar úr eins stórum rekaviði og tiltikin er søgan um, tá vatndruknaði flakin við ósteðgandi ferð rendi upp á hin flakan og allir piltarnir fóru til botns. Ein heilur árgangur av dreingjum í skúlanum. Jens Toni, sum hoyggjaði heimanfyri Múlaklett, leyp sjóleysur oman brekkuna og tók okkum allar upp. Og í Múlavík stendur enn gamla talvan hjá Norrøna Felagnum á Eiði, ið sýnir vinabýirnar hjá hesi virknu bygd, ið hevur Norðhavið sum næsta granna.