22.8.12

Ferðamál og mál á ferðini



Á Norðradalsskari
hann vildi ligið
forðaði bureaukratiið
- hvíl í friði -

Soleiðis stendur skrivað á gravsteini yvir Andrias M. Reinert (1855-1935), sum var úr Norðradali og vildi verða grivin á Norðradalsskari. Myndugleikarnir sýttu og tí er hann grivin í Kaldbak. Visti ikki, at tað bar til at ríma uppá bureaukratiið. Men her sæst tað so, meitlað í stein. Um Norðradalsskarð er tað at siga, at eisini her eru tvey nøvn at velja, tí summi siga Neytaskarð og um tey syðru skørðini siga tey Fólkaskarð og Reiðskarð. Tað er at heilgardera seg við tveimum nøvnum, útgávum og tulkingum av øllum tí, ið til er. Annars kundi hent, at ov nógv blivu samd. Tí nú blívur tað villingarsamt.

Er gravsteinurin omanfyri sjáldsamur, so er garðurin kring húsini hjá Gunhild Helenu, dóttir Gustav á Sundi, ikki minni sjáldsamur. Ja, eitt sætt ferðamál í Kaldbak. Gunhild bjóðaði innum og fortaldi, at upprunaliga var ein blómugarður her.

- Men um veturin var einki at hyggja at, so eg fann uppá at laga grót soleiðis, og seta postalínsfigurar inn í millum. Nú eri eg skjótt 85 og orki ikki at halda garðin við líka, sigur hon og fortelur um slekt av Sundi og í Hornabø. Í 1975 leigaði eg eitt kamar frá pápanum, Gustavi á Sundi, ið var tiltikin útróðrarmaður. Tá var eg í skrivstovulæru í Málingahandlinum við Landavegin. Men Gunhild fær hugin at fjakka til enn meir kitch í California.


Kitsch framsýningin í garðinum hjá Gunhild Helenu í Kaldbak er ikki ólík teirri hjá Leonard Knight í Salton Sea í California. Har hevur hann úr burturkasti og máling gjørt Salvation Mountain, sum eg avmyndaði í 2008. Eitt sjáldsama hugfarsligt ferðamál. Men aftur til kalda Kaldbak. Her ber til at baða í heimagjørdum potti, sum er hitaður við innbygdum ovni. Potturin stendur við bryggjuna, har borð eru sett upp og ein stigi er settur á bryggukantin og niður í svalliga sjógvin. Aftur eitt ferðamál.




Og komin til Havnar er nýggja fløgan Room (Tutl 2012) við Eivør komin í FK handilin í Hoyvík. Tíggju nýggir sangir á enskum. Myndina av Eivør tók eg í Sjónleikarhúsinum í august 2009.