Skip to main content

Havnin í hæddini



Í Havnini eru nógv fjald myndaevni, eisini mitt á Vaglinum. Í eini myndabók, sum Tórshavnar kommuna gav út í 1976, Tórshavn, verður Havnin lýst í svørt hvítum myndum hjá Alan Brockie og Kalmari Lindenskov og teksti, sum eg eri vissur í at Gunnar Hoydal hevur skrivað, hóast tað ikki verður sagt. Aftast er kapitulin Havnin í vøkstri, har nomið verður við býarplanlegging. Spurt verður, um tað er rætt at byggja høgt og tætt í miðbýnum. Og so verður ein mynd sýnd, sum er tikin í Boysensgarði, aftanfyri Gamla Bókahandil, upp móti Hotel Hafnia. Ein sjónarvinkul, sum tá eins og nú sigur alt. Eitt forvitnisligt myndaevni, vit sjálvdan síggja, hóast tað er mitt i Havn og opið fyri almenninginum.