14.8.12

Í hoyna í Bø og har um leiðir



Í bygd og í bý angar av nýslignum grasi. Í hoyna er tíðin, tá ið hoyggjað verður, beint eftir ólavsøku í august ella septembermánaði. Tað er eisini navnið á einum av teim tólv astronomisku mánaðunum um hetta leitið, sum kallast í hoyna og kann byrja upp til fjúrtan dagar hvørju megin 4. august.


Úr slavna mjørkanum í Havn koyrdu vit ein túr vestureftir, í sólríku Vágar, har vit fyrst steðgaðu í Bø, har bøur og hoyggj geva eina nýggja meining í hesum døgum. Heilt av brøttu tekjunum við sjóvarmálan og niðan í bøin, har børnini spæla. Alla staðni angar av nýslignum grasi.


- Heitið í hoyna er tó ikki bara navnið á sjálvum hoyggjarbeiðinum, sigur eitt gamalt eintak av Orðafari frá Málnevndini. Tá sagt verður "Fólk í hoyna" átti heldur at staðið: "Fólk í hoyggj", sigur Orðafarið og leggur afturat, at í hoyna kann ymist annað vera enn bara hoygging - ikki er sjáldan, at grind kemur í hoyna.



Niðri á sandinum, Suðuri í Fjósi, sum skeltið sigur, standa tvær italskar kvinnur og skimast. Tær eru til gongu og vit møta teimum aftur á Gásadalsvegnum. Umframt hesar báðar eru tvey ferðafólk í bili úr Niðurlondum í bygdini. Hóast Bøur er sjáldsama myndtekkilig bygd, er hon ikki á nakran hátt yvirrend av ferðafólki.



Alt er nær í bygdini, neyst og kirkja, hvørt upp at øðrum. Her er eisini eitt virkið felag, Bygdafelagið Bíggjarbati, ið skipar fyri tiltøkum, so sum minningarhátíð fyri Bíggjarbátinum, sum fórst við fýra monnum fyri 75 árum síðani.


Í FF-blaðnum á ólavsøku 2005 sigur 85 ára gamli Petur Zachariassen úr Mykines at sannlíkt er, at hvalur hevur lagt á Bíggjarbátin, so hann ikki spurdist aftur. Rovini av bátinum, sum eru til skjals á Bátasavninum í Brekkutúni í Hoyvík, benda á hetta, sigur Petur við blaðið. Sjálvur var hann á útróðuri og var helst hin seinasti at síggja bátin 12. juni 1937:

Á Bíggjarbátinum byrjaðu teir at gera reint, og tað var skjótt, at allur fuglurin var aftaná bátinum, eftir sum teir vóru fyrstir at blaka slógv út. Tá ið løta var farin, løgdu vit til merkis, at ein stórhvalur leyp leysur úr sjónum stutt aftan fyri Bíggjarbátin. Løtu seinni var hvalurin aftur, og eisini tá leyp hvalurin leysur úr sjónum upp á síðuna av bátinum.
Teir sum fórust við bátinum vóru Elias Joensen, giftur, Andreas Guttesen, ógiftur, Hans Hendrik Guttesen, giftur og sonur hansara, 20 ára gamli Ólavur Guttesen. Føroya Social Demokratur skrivaði um hendingina 3. juli 1937:

Tann svára sorg, sum kom yvir Bíggjarbygd, kenst um alla oynna.Tað var eisini ásýniligt sunnudagin, tá hildin varð sorgar- og minnisgudstænasta. Har var komið saman um 200 fólk í tí lítlu Bíggjar kirkju. Frá øllum bygdum í oynni og aðrastaðni var fólk komið. Kirkjan var skrýdd við blómum, og á kórsgáttini stóð eitt borð við svørtum áklæði, har brunnu 4 ljós í messingastakum.




Úr Bø koyrdu vit eftir Gásadalsvegnum, framvið ljósagrønum traktoreggum við Tindhólmi í baksýni og tunnilinum til Føroya einastu vampýrbygd fyri framman.


So dagar Gásadalur fram úr djúpa dalinum. Nýslignu teigarnir snara oman móti bakkanum, sum ætla teir at stoyta seg omanav, eins og friðsæli Múlafossurin, ið brádliga flettir uppum í summarsólini, tá hann fer at mala av ymsum ættum, harðliga sum í ódn. Og so er aftur stilli. Tann beri ó-gandur í vampýrbygdini.


Í Gásadali eru mong forvitnislig myndaveni. Ein yvirbygd hjólbøra at koyra slátrið í og tjøraðu hjalsveggirnir, eru teir ikki ormetnir, ella eru tað bara kvistar, ið natúrliga eru lopnir úr fjalunum? Og hornasteinurin, ið húsið byggir á, og sum syngur í summarhvirlunum, er hann ikki íbygdur? Jú, tað veit vist og sætt, her er íbygt í Føroya best ó-brandaðu bygd!