Skip to main content

Rock'n Roll Choir Boy



Fríggjadagin klokkan fýra lat Tutl dyrnar upp á Glade Hjørn. Sveinur Gaard Olsen, ella bara Sveinur, sum vit kenna hann frá sjónvarpssendingini X-faktor, legði fram nýggja fløgu, Rock’n Roll Choir Boy. Nógvir autografar vórðu skrivaðir og Gissur og Kristian bryggjaðu kaffi, meðan fløgan spældi og fólk hugnaðu sær í góða veðrinum, inni og úti. Sum sæst niðanfyri vóru eisini nógv børn samankomin at fáa autograf frá Sveini, antin í eitt skrivihefti, ella á nýggju fløguna.