Skip to main content

Summarkrím



So er summarferian byrjað. Meðan silvitni er á fjørðinum er hostandi neyðugt at blaða upp í Gomlum føroyskum heimaráðum hjá R. K. Rasmussen, Eiðisdoktaranum, at vita um hann hevur góð ráð at basa krími.

Jú, millum farsóttir og mótloysi stendur á blaðsíðu 74 at klovin leykur kann vera lagdur í kotalumman, ella enn betur, at ung genta leggur leykin í bróstalumman. Tá kennist roykurin av honum hvørja ferð hon nærkast ovninum ella eldinum, og tað svíður í eygunum.

Og so er umráðandi ikki at ganga hattleysur. Hinvegin verður 40 ára gamal maður í 1947 endurgivin fyri at siga: “Tá ið ein maður rósar sær av, at hann ongantíð hevur havt krím, svari eg: So hevur tú ongantíð verið heilt frískur.” Sagt verður frá at beinkrím kom við handilsskipum og at saksunarsjúkan var beinkrím, t.e. krím, ið virkti í beinunum.

Rasmus Kristen Rasmussen (1886-1961) var lækni á Eiði í 32 ár, frá 1920 til 1952. Serliga kendur er hann fyri at finna orsøkina til nátasjúku. Hann var føddur í Aarhus og andaðist í Havn. Fyri bókina Gomul føroysk heimaráð, sum Jóhannes av Skarði týddi, fekk Eiðisdoktarin bókmentavirðisløn M. A. Jakobsens í 1959 saman við Jens Paula Heinesen.